Starvsfólk og ikki minst fyriskiparar eru undirdýkt ó rósandi orðum frá stak væl nøgdum kvæðagestum. Og sigast má, at túrurin gjørdist framúr.
Eftir ein kunnandi fund í Saga Café, sum varð hildin meðan Norröna legði frá landi, varð farið upp á gólv – ella kanska dúrk – beinanvegin. Og síðani hugnaðu fólk sær óført aftut við tónum hjá Kim Hansen ella teimum báðum harmonikumonnunum, Regin Jacobsen og Hákun Andrias Hansen.
Norröna legði at á Seyðisfirði týsmorgunin, og næstan við tað sama var farið á útferð. Seks bussar vóru, og tríggir fóru til Eskifjørðin og hinir tríggir til Skriðuklaustur. Dagin eftir býttu bussarnir so um rutu.
Tveir sera áhugaverdir fyrilestrar vórðu hildnir hesi bæði kvøldini. Týskvøldið var tað Rasmus Joensen, formaður í Sláið Ring, sum eisini hevði verið við til at skipa fyri túrinum, sum greiddi frá um søguna hjá Gretti, og tá fyrilsesturin var liðugur, varð Grettiskvæðið kvøðið.
Mikudagin var tað so Hanus Kamban, sum helt fyrilestur um runsivalsstríðið, sum síðani varð kvøðið.
Seyðarhøvd og knettir
Smyril Line hevur lagt seg eftir at betra um matin, og tað merktist væl á fólki, tí fleiri høvdu á munni, hvussu góður hann var. Og mikukvøldið varð gjørt nakað heilt serligt burtur úr, tá borðreitt var í buffet’ini við serligum føroyskum mati. Har var bæði seyðarhøvd við kókaðari rót, knettir og saltkjøt. Og so fingu fegnu kvæðagestirnir eisini durasnaps til buffet’ína øll trý kvøldini.
So tað vóru væl upplagdir gestir, sum eftir matin settu seg aftur í kafeina at lurta eftir fyrilestrunum.
Tey klappaðu
Longu á kunningarfundinum seinnapartin mánadagin varð sagt, at kvæðafólk vóru góð at fáast við. Og har gekk sjón fyri søgn, tí seinasta kvøldið heittu starvsfólkini á leiðsluna um at sleppa at klappa fyri gestunum.
Tað sluppu tey sjálvandi, so tey stóðu loið við lið á dansigólvinum og klappaðu at kvæðagestunum.
Fólk kendu eisini á sær, at starvsfólkini vóru serstakliga fryntlig og fyrikomandi.
Hetta er ein túrur, sum er fyriskipaður til UG úr enda í annan. Alt hevur verið av allarbesta slag, og fyrireikararnir og starvsfólkini eiga stórt rós uppiborið fyri tað, segði Ingeborg Vinther, tá vit spurdu hana.
Eg og maðurin ivaðust onga løtu, tá vit frættu um túrin, og vit teknaðu okkum til við tað sama. Og verður skipað fyri einum líknandi túri komandi heyst, so melda vit okkum aftur beinanvegin, sigur Ingeborg Vinther.
Nógv kvøðið
Tað gjørdust sjálvandi trý long dansikvøld, og høvuðskvæðini vóru sum longu nevnt Grettiskvæðið og Runsivalsstríðið. Men har vóru sanniliga nógv onnur kvæði og vísur havdar á gólvi.
Sum onkur nevndi tað, at tað var undrunnarvert, at so nógv varð havt á gólvi, og einki varð kvøðið upp í saman.
Har vóru long kvæði sum eitt nú Jákup á Møn og Grindavísan, og har vóru stuttir tættir sum Føroyingar, sum her nú koma saman. Og onkuntíð gekk dansurin so væl, at fleiri valdu bert at sita og njóta góða dansin.
Eisini vísti tað seg at rigga av tí allarbesta at kvøða í Saga Café, og at plássið ikki var so ríkiligt, gjørdi bara ringin og dansin tað betri.