Ein fyri allar og allir fyri ein

Landsdystur: Soleiðis stóðu føroysku leikararnir seg í seinasta EM-undankappingardystinum á hesum sinni

1. Jens Martin Knudsen, GÍ 47/0: Var fyri fyrstu ferð síðani fyrsta dystin í hesi EM undankappingini tikin framum hin málverjan. Hevði nógv minni at gera ? tríggjar bjargingar ? enn hann ofta áður hevur havt. Merkisvert var, at útsparkini vóru nógv betri, enn tey áður hava verið. Fór í 2. hálvleiki eina ferð skeivur av innleggi úr vinstru og fekk eitt púra óneyðugt gult kort fyri at brúka seg.

2. Óli Johannesen, AGF, 43/1: Spældi við sama myndugleika, sum hann hevur gjørt. Blokeraði fyri nógvum innleggum og var í 2. hálvleiki, umframt í deyðbóltsstøðum, onkra ferðina við í uppspælinum langt frammi á vøllinum. Spældi eina ferð Julian Johnsson, sum í trongari støðu, ikki fekk fatur á, og tá var tætt við, at vandi spurdist burturúr.

3. Jens Kristian Hansen, B36, 31/2: Stóran myndugleika í verjuspælinum, kom ofta upp á tvørs, og var tryggur í avspælinum. Luttók ikki so nógv í framrættaða spælinum, sum hann hevur gjørt á heimavølli fyrr í summar, men var eina ferð ? eftir eitt tvey samanspæl ? um reppið at koma ígjøgnum.

4. Pól Thorsteinsson, B36, 19/0: Eftir at hava verið í vinstra borði, miðverjuni og á miðvøllinum var hann aftur á vongverjanum í høgru, har hann trívst best. Fyrstu løtuna var hann ov einsamallur og varð tískil yvirspældur onkra ferðina, men var sjálvur sannførandi, inntil hann á tímaslagnum fyri fyrstu ferð á landsliðnum sá reytt.

5. Hans Fróði Hansen, HB, 11/1: Sannførandi í luftspælinum og avgjørdur í taklingunum, samstundis sum hann var tryggur í avspælinum. Valdi oftast lættastu og harvið skilabestu loysnina, men royndi onkra ferðina í 2. hálvleiki við longum sendingum.

6. Sámal Joensen, GÍ, 13/0: Stríddist á miðvøllinum, har hann var annar av bylgjubrótarunum. Fekk fatur á einari rúgvu av bóltum, og sjálvt um bólt førleikin kundi verið betri, so var avspælið sum oftast einfalt og harvið skilagott.

7. Henning Jarnskor, GÍ, 31/2: Avrikið vísti, at valið hjá venjaranum á vinstra vongverja var skilagott. Hóast hann beinanvegin fekk gult kort og harvið hevði hóttanina um útvísing hangandi yvir sær mest sum alla tíðina, so staðfesti avrikið, at Henning framvegis eigur at verða roknaður millum uppløgdu evnini til pláss millum teir fyrstu ellivu. Síðstu løtuna trýstu kekkarnir nógv á ódnina hjá GÍ manninum, og tí var tað nátúrligt, at ein ómóður maður kom á hetta plássið.

8. Julian Johnsson, Sogndal, 30/1: Vann eina rúgvu av nærdystum og var sannførandi í høvuðsspælinum. Onkra ferðina kundi bóltførleikin havt verið betri, men tað var merkisvert, at tað ofta var Julian, sum stakk bóltarnar fram í vinstru til Toda. Eftir lítið sannførandi avrikið ímóti Litava var tað týdningarmikið hjá Julian at staðfesta, at hann eigur rættin til eitt miðvallarpláss, og tað gjørdi hann so rudduliga.

9. Allan Mørkøre, HB, 46/1: Var hesa ferð á miðvøllinum fyrsta tíman, men tá Pól Thorsteinsson varð rikin av vølli, fór Allan aftur á vongverjan í høgru. Vann nógvar nærdystir, og tað var merkisvert, at hann ofta megnaði at sneiða seg burturúr trongum og at flyta spælið í økir, har tað var minni fólk.

10. Todi Jónsson, FCK, 37/8: Var besti maður á vølli, og so ber ikki til at leggja so nógv afturat. Men tað var spell, at góði bóltførleikin, skjótleikin og ágrýtni ikki bóru eitt ella fleiri mál við sær, tí møguleikarnir vóru til tað.

11. John Petersen, B36, 22/2: Bóltførleikin og evnini at verja bóltin gjørdu, at hann var hollur, tá tað frammi á vøllinum var neyðugt at varðveita bóltin, meðan tað varð bíðað eftir, at viðspælararnir skuldi koma longri fram. Var sera hegnigur, tá hann úr høgru legði innfyri til Toda, sum stútaði á málverjan.

18. Rógvi Jacobsen, KÍ, 2/0: Avloysti John Petersen síðstu 20 minuttirnar. Tað var týðuligt, at bóltførleikin og spælskili vóru í lagi og vann onkrar høgar bóltar. Hesa løtuna vóru fyritreytirnar til framrættaða partin ikki so góðar, tí føroyingarnir vóru farnir at møðast, tá Rógvi kom inn.

13. Øssur Hansen, B36, 35/1: Spældi bara evarsku lítlu løtuna, tá hann loysti Henning Jarnskor av.

12. Uni Arge, HB, 27/5, 14. Jákup á Borg, B36, 8/0, 15. Heðin á Lakjuni, KÍ, 2/0, 16. Jákup Mikkelsen, Herfølge, 13/0 og 17. Bartal Eliasen, GÍ, 2/0, komu ikki á vøllin.