– Pengarnir skulu fylgja barninum. Tað er kjarnin í einum uppskoti, Fólkaflokkurin nú hevur langt fyri Løgtingið.
Eftir uppskotinum skulu kommunur fáa heimild at gera eina skipan, har foreldrini sjálvi fáa pengarnar útgoldnar, sum tað annars kostar at hava eitt barn í kommunalu barnaansingini.
Jørgen Niclasen legði sama uppskot fyri Løgtingið í november í fjør, men eftir drúgva viðgerð, varð tað felt í mars í ár. Ein grundgeving hjá samgonguni fyri at fella uppskotið var, at tað var tørvur á hagtølum og vitan fyri at greina støðuna í einum størri samanhangi.
Jørgen Niclasen sigur, at hetta var tíðliga í vár, so nú væntar hann, at neyðugu hagtølini eru fingið til vega, og tí roynir hann aftur.
Hann vísir á, at í dag er barnaansingin barnaansingin skipað soleiðis, at hon hjálpir ikki teimum foreldrum, sum arbeiða um kvøldið, um næturnar, um vikuskiftini, ella aðrar óvanligar arbeiðstíðir.
Sosatt er barnaansingin ikki nøktandi fyri tey, sum arbeiða á sjúkrahúsum, røktarheimum, ella á øðrum stovnum, sum krevja manning allan sólarkringin. Hon er heldur ikki nøktandi fyri tey, sum arbeiða í vaktum á fiskavirkjum, og aðrastaðni, har arbeitt verður um kvøldið og um náttina.
Í flestu kommunum kostar barnaansingin 60.000 til 80.000 krónur um árið fyri hvørt barnið. Í miðal rinda kommunurnar 70.000 kr. um árið fyri hvørt barnið og harumframt rinda foreldrini einar 20.000 krónur um árið fyri hvørt barnið.
– Tað merkir, at høvdu foreldrini fingið teir pengarnar, høvdu tey einar 90.000 krónur um árið til taks fyri hvørt barnið.
Jørgen Niclasen heldur, at so høvdu foreldrini havt nógv størri frælsi. Tey kundu keypt sær eitt dagstovnapláss í kommunalu barnaansingini. Hinvegin kundu námsfrøðingar, ella onnur, eisini stovna ein privatan ansingarstovn og bjóða seg fram at ansa børnum.
– Arbeiðspláss kundu eisini kunna bjóðað ansing, har foreldur vóru saman við børnunum í steðgum, ella folk kundu fingið sær arbeiðsgentu.
– Ein annar møguleiki er eisini, at grannaløg kundu tikið seg saman og skiftst um ansing, ella foreldrini kundu rætt og slætt havt børnini sjálvi heima.
Jørgen Niclasen sigur, at tað er lítið at ivast í, at verður hesin møguleikin til staðar, fara kommunur kappast um at fáa nøgdar barnafamiljur at búseta seg í júst teirra kommunu, men tað hevði eisini verið ein góð tænasta til tey, sum arbeiða óvanligar arbeiðstíðir.