Guðrun M. Hansen
Javnaðarvalevni
Gøtubygd skal vera staðið, har øll eru glað fyri at búgva.
Vit, sum búgva í gøtubygd, skulu fáa børnini ansaði í barnagarði og frítíðarskúla.
Skipanin virkar væl, tó har skal allatíðana arbeiðast við at betra um umstøðurnar, so tær verða optimalar.
Skundast skal undir bygging av bygdarhúsið við nógvum møguleikum, har rúm er fyri ítrótti og mentan.
Útstykkjan av grundøkjum í Norðragøtu, Syðrugøtu, við Gøtugjógv og Undir Gøtueiði ( Tað skal altíð vera skjótt at fáa grundstykki í Gøtu Kommunu.)
Skúlin skal gerast meira nútíðarhóskandi.
Skipaður flutningur av skúlabørnum í øllum flokkum ímillum bygdirnar( soleiðis at børn í 1, 2, og 3 flokki í øllum førum hava møguleika fyri at koyra til og frá við skúlabussinum. Helst skuldu øll havt henda møguleika
Eldrasambýlið er nú gjørt og skal viðlíkahaldast. Tey eldru skulu hava áhugavert ítriv, sum gevur teimum innihald í gerandisdegnum.
Undirhúsið á kajuni í Norðragøtu eigur at vera eitt sjálvsagt tilboð.
Frítíðarvirksemi fyri ung og eldri.
Fríðka um Gøtu bygd og gera vetrarfriðingina lidna. Kanska miðja ímóti at vinna heitið reinasta bygd í Føroyum.
Fríðka um fram við ánni, við vøllin og allanvegin inn í dalin. Eisini í hinum bygdunum.
Hampa um og gera umstøðurnar betri á Syðrugøtusandi, nú so stór og frálík tiltøk eru har.
Gøta er ein vinnulívsbygd burturav, og tí skal vinnan hava bestu møguleikar at virka. Hetta krevur góð havnaviðurskifti og rúmligt ídnaðarøki.
Nútíðin krevur samstarv tvørtur um kommunumark. Hetta er galdandi fyri undirvísing, sløkkjulið, eldraøkið og serøkini t.d. ítriv.