- Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at kunna hava stórar verkætlanir um hendi, og reint tíðarmessiga passar tað væl inn í okkara ætlanir.
Tað sigur Jón Sigurðsson, stjóri í Articon.
Felagið hevur havt fleiri stórar byggingar seinastu árini, eitt nú Skúlan á Argjahamri, Boðanesheimið og nú útbyggingina av terminalinum á flogvøllinum.
- Tað hevur verið nakað slækt seinastu árini, og vit eru ongantíð komnir upp á støðið, ið var í 2008, tá vit høvdu 160 mans í arbeiði. Í dag hava vit einar 120 mans í arbeiði, sigur Jón Sigurðsson.
Hann fegnast sum nevnt um avtaluna.
- Tað hevur stóran týdning fyri okkum, og kann kallast ein góð álitisváttan, sigur Jón Sigurðsson.
Hann roknar við at fara til verka í hesum árinum við lendisarbeiðinum, og hann ber ikki ótta fyri, at stramma tíðarætlanin fer at vera nakar trupulleiki.
- Vit hava klárað at leverað til tíðina, og tað rokna vit eisini við at gera hesaferð. Tíðarætlanin er knøpp, men tað plagar at ganga, sigur Jón Sigurðsson.
Hann roknar við, at taka fólkið av flogvøllinum til byggingina av høvuðssætinum hjá BankNordik.
- Tað fer at vera fram ímóti liðugt, tá byggingin á Húsareyni fer í gongd, men enn ber ikki til at siga, um brúk verður fyri meira fólki. Tað er í hvussu er gott hjá okkum at hava fingið hetta arbeiðið, tí tað liggur ein stór avbjóðing í verkætlanini, sum er góð fyri starvsfólkið eisini, sigur Jón Sigurðsson, stjóri í Articon.