Á hvørjum ári skipar Javni fyri økisfundum, har ljós verður varpað á eitt ávist evnið, sum hevur við menningartarnað fólk at gera. Í ár er yvirskriftin: Ein góð skúlabyrjan hjá menningartarnaðum børnum. Annlis Bjarkhamar, sum er dagligur leiðari hjá Javna, sigur við Sosialin, at endamálið við tiltakinum er at geva foreldrum, lærarum, pedagogum og øðrum nøkur amboð til at fyrireika skúlabyrjanina hjá menningartarnaðum børnum.
Góðari fyrireiking neyðug
Annlis Bjarkhamar sigur, at tað er ómetaliga spennandi at byrja í 1. flokki, bæði hjá børnum og foreldrum. Tað er byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið, og tað er við vón um menning og trivnað, at foreldur lata børn síni fara um skúlagáttina á fyrsta sinni.
- Hesar vónir hava foreldur at menningartarnaðum børnum eisini, tó at tey eru vitandi um, at teirra barn, í størri mun enn onnur børn, hevur tørv á eini innskúling, sum tekur atlit til, at barnið er menningartarnað, sigur Annlis, og leggur afturat, at um okkara fólkaskúli skal rúma øllum børnum, er neyðugt, at hann tekur atlit til, at børn eru ymiskt og hava ymiskan tørv.
- Skal menningartarnaða barnið fáa eina góða skúlabyrjan, er neyðugt, at hon er væl fyrireikað og fer fram í góðari tíð, longu áðrenn fyrsta skúladag, greiðir Annlis Bjarkhamar frá. Og hon sigur víðari, at innskúlingin eisini skal fyrireikast í einum tøttum samstarvi við øll tey, sum eru partur av gerandisdegnum hjá barninum.
Á økisfundunum fara lærarar, pedagogar, foreldur og onnur við servitan innan økið at geva teirra boð uppá, hvat skal til fyri at skúlabyrjanin verður so góð, sum til ber hjá menningartarnaða barninum.
Á trimum støðum í senn
Annlis sigur seg vóna, at nógv fólk taka av tilboðnum og møta á fundunum, sum verða mikukvøldið kl. 19.30, á hesum støðum: Í Suðuroy á Hotel Bakkanum í Vági, fyri Eysturoynna og Norðoyggjar í Studentaskúlanum á Kambsdali og fyri Streymoy, Sandoy og Vágarnar í Miðlahúsinum í Havn.
Tey, sum koma at hava upplegg í Vágu verða: Rannveig Hovgaard, lærari, Unn Michelsen, leiðari í barnagarðinum Eikilund, Emma Lisberg, pedagogur og Jórun Midjord, foreldur. Í Studentaskúlanum í Kambsdali verða tað hesi, sum fara at hava upplegg: Lena Jacobesen, serlærari, Jórun Niclasen, pedagogur, Katrin Olsen, foreldur og Katrin Haraldsen, foreldur. Í Miðlahúsinum fara hesi at hava upplegg: Rógvi Thomsen, cand.pæd, Gudrun W. Rasmussen, leiðari á dagstovni, Birita Djurhuus, lærari og Fríðbjørg Hammer, foreldur.