Danska løgreglan stendur púrasta á berum í eini ógvuliga sjaldsamari hending, har ein skógvur hjá ungum manni sprongdist, meðan maðurin roykti sær eina sigarett.
Hendingin fór fram týsmorgunin í Brunde, sum liggur í Aabenraa kommunu, og tað var eitt starvsfólk hjá Carglass, sum var fyri hesi óvanligu hending.
Ungi maðurin legði til merkis, at eitt hvørt undarligt var við skónum, og hetta endaði við, at skógvurin sprongdist og reyk av fótinum. Stálkappin, sum var á skónum, varð seinni funnin í einum træi nærindis.
Sambært heimasíðuni - www.jv.dk - hevur løgreglan onga hómin av, hvat tað var, sum hendi, men kortini hava tey tikið hetta mál í fullum álvara og hava roynt fleiri møguleikar fyri at fáa greiði á, hvat kann vera hent.
- Møguliga er talan um eitt ella annað slag av sjálvkyknan, men tað vita vit ikki, sigur løgregluovastin hjá Syd- og Sønderjyllands Politi, Thomas Berg, sum leggur aftrat, at maðurin ikki fekk álvarsligt mein, men fekk smærri skaðar í fótin.
Thomas Berg sigur, at løgreglan hevur verið í samband við fleiri serfrøðingar, eitt nú ein kemikaliu-serfrøðing, og tey hava eisini brúkt hundar, sum hava snoddað á staðnum.
- Men, vit ána ikki, hvat er hent, sigur løgregluovastin við www.jv.dk.