– Allar stórar avgerðir, sum vit taka, mugu verða grundaðar á logikk, etikk/moral og djúpa kritiska hugsan um grundirnar fyri og avleiðingarnar av okkara niðurstøðum og avgerðum, sigur Jógvan Zachariassen.
Hann vísir á, at tvístøðan hjá teimum kristnu er hendan: “Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum“ og „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“
– Sum kristin standi eg fast við, at Gud situr hægst yvir øllum, og at tað mynstur, sum Gud hevur givið okkum at liva eftir í kynslívi okkara, skal verða hildið fram. Tessvegna eru kristin ímóti einum samkyndum lívstíli.
– Hinvegin, sum kristin, standi eg eisini fast við, at øll menniskju eru skapt í bílæti Guds, og skulu tí verða vard sum menniskju frá happing, niðurgering og háðan.
– Soleiðis vilja kristin vera við til at verja tann samkynda persónin. Eg vil ikki happa nakran. Og eg vil heldur ikki verða lagdur undir at happa nakran, tí søguliga hevur hugsjónin um mannarættindi sín uppruna í kirkjum og samkomum.
Jógvan Zachariassen sigur, at paradoksið, sum kristin standa fyri er, hvussu tey balansera at verja rættindini hjá samkyndum sum persónar, samstundis sum tey ikki eru við til at uppmuntra og stuðla teirra lívstíl.
– Hetta er veruliga avbjóðingin í grein 266b. Hetta er grundin fyri, at tað eru ymiskar meiningar millum tey kristnu, sigur hann.
– Henda javnvág er mangan ein trupulleiki, tí, fyri tað fyrsta, so verður sannleikin mangan borin hatursfult og arrogant fram av kristnum, heldur enn kærleiksfult og við virðing. Fyri tað næsta, so verður boðskaspurin, sjálvt um hann verður settur fram í kærleika og virðing, mangan ikki móttikin á tann hátt.
Jógvan Zachariassen heldur, at kristin vilja æra og verja onnur menniskju, uttan at gera neyðsemju við moral og ókritiskt at fylgja fjøldini undir flagginum av javnrættindi ella tolsemi.
Tí heitti Jógvan Zachariassen á politikararnar um, at taka sínar avgerðir grundaðar á logikk, etikk, moral og djúpa kritiska hugsan um grundirnar fyri og avleiðingarnar av teirra avgerðum.
Í gjár, mánadagin, prentaðu vit tað, sum Bogi Davidsen segði inni á fundinum við Rættarnevndina, og í morgin, mikudagin, prenta vit tað, sum Jógvan Zachariassen legði fram á fundinum týsdagin.