Ein Gunnar afturat í GÍ

Tá ið GÍ leygardagin spældi steypadyst ímóti LÍF, vardi ein nýggjur málmaður málið hjá GÍ. Hetta var klaksvíkingurin Gunnar á Steig, sum seinnu árini hevur spælt við EB/Streymi. Gunnar er framvegis í EB/Streymi, men GÍ hevur leigað hann í nakrar vikur, tí loyvið hjá nýggja útlendska málmanninum hjá GÍ er ikki klárt enn. Ein annar Gunnar  Gunnar Nielsen  er eisini komin at spæla við GÍ, men heldur ikki loyvið hjá honum er klárt enn, so hann var ikki við í dystinum ímóti LÍF.