Hetta er veruleikin tú kemur til, tá ið tú sært, at einki er avsett á fíggjarætlanini til útbygging av Almanna og Heilsuskúla á Tvøroyri.
Næmingarnir verða raktir
Tey, sum hava áhuga í hesari útbúgving og tað eru nógv, fara í gongd við tí í huga, at tey kunna gera útbúgvingina lidna her, men við útsøgninum frá samgonguni og við at hyggja at fíggjarætlanini, so verður einki bygt komandi árini. Hetta er at halda næmingarnar, sum ætla at taka alla útbúgvinga uppá 2,5 ár, fyri gjøldur og somuleiðis verða sjúklingar og gomul fyri vanbýti, tí útbúgvingin av starvsfólki í Føroyum ikki er fullfíggjað.
Tvøroyrar kommuna
Tvøroyrar kommuna heitti 17. september 2001 á fíggjarnevndina um at seta kr. 750.000 av til kanningar og projektering og 1 mill til byrjan av bygging, so at hesin góði skúli kundi fingið betri umstøður um 1 til 2 ár.
Hvussu hendan áheitanin er móttikin vísir fíggjarætlanin fyri 2002, tí har er einki sum helst avsett til projektering ella bygging av Almanna og Heilsuskúla á Tvøroyri.
At kommunan verður hildin fyri gjøldur kunnu vit liva við, men at næmingarnir skulu verða sleptir uppá fjall tí samgongan ikki hevur vilja til, at gera umstøðurnar betri kann eingin uttan samgongan góðtaka.
Økismenning
Við at súlta málið um bygging av skúlanum til einaferð í framtíðini, tí, sum mentamálaráharrin sigur so skal tíðin síggjast ann, skilja vit ikki. Skúlin er byrjaður, næmingar søkja í stórum tali til skúlan, umstøðurnar at leiga íbúður í Suðuroy eru væl bíligari enn í miðstaðarøkinum, so einki er til hindurs fyri, at fara undir at byggja nýggjan skúla. Tað einasta sum kann styggja næmingar burtur er, at hølisumstøðurnar ikki verða betri innan 1-2 ár.
Er hetta økismenningarpolitikkur hjá samgonguni?