Ein hálv føroysk miljard upp á spæl í Nigeria

Føroyski útflutningurin til Nigeria gevur út við hálva miljard krónur, og nú vilja nigerianar minka um innflutningin.

- Stjórnin í Nigeria hevur boðað frá, at hon ætlar at minka um innflutningin av fiskavørum við tí endamáli at stimbra lokala fiskaframleiðslu, serliga fiskaalingina.

 

Tað veit Vinnuhúsið at siga í dag, sum vísir til keldurnar seafoodsource.com, fis.com og businessdayonline.com.

 

Lagt verður aftrat, at ætlanin hjá stjórnini er stigvíst at seta í verk innflutningskvotur og at hækka tollin á fiskavørum munandi næstu fýra árini.

 

- Málið er, at fiskainnflutningurin skal minka við 25% um árið tey næstu árini, skrivar Vinnuhúsið.


Nigerianski innflutningurin av fiskavørum hevur stóran týdning fyri føroyska fiskaútflutningin, og við Hagstovu Føroya sum keldu skrivar Vinnuhúsið, at virðið av samlaða føroyska útflutninginum til Nigeria var sløk hálv miljard krónur í 2012.

 

- Um ætlaninar hjá stjórnini í Nigeria verða settar í verk, kann hetta tí ávirka ein stóran føroyskan útflutningsmarknað, sigur Vinnuhúsið.

 

Ein av veitarunum av turkaðum fiskavørum til nigerianska marknaðin er Høvdavirkið í Leirvík, sum sæst á hesi myndini. Men, føroyska uppsjóvarvinnan hevur sum skilst eisini rímiliga stóran útflutning til Nigeria.