Signar á Brúnni,
løgtingsmaður
Teirra millum undirritaði, sum heilt frá ungum árum av, var hugtikin av tí, sum Ingálvur skapti á listarliga økinum. Blýantstekningar hansara vóru eftir mínum tykki í serflokki.
Tá eg frætti, at Ingálvur av Reyni, skuldu fáa virðislønina í ár, rann mær í huga, at eg á ungum árum hevði verið so framligur at ummælt bókina »Tekningar og skitsur« ? men sætt at siga fekk eg stóra og góða løn fyri at skriva ummælið ? eitt eintak av bókini ? ið enn verður goymd sum reyðargull. Søgan var henda: Eg var av blaðnum Sosialinum biðin um at skriva ummæli, teir, ið har starvaðust, høvdu frætt, at eg hevði stóran áhuga fyri list ? og ikki minst fyri tí, ið Ingálvur skapti.
Ótrúliga ósmæðið av mær, at ditta mær til tílíkt, slíkt áttu aðrir, ið hvdøu størri innlit enn eg at gjørt. Men gjørd gerð fær onga vend, eg segði beint fram tað, ið mær dámdi ? og tað var alt. Tá ið listarmaðurin harumframt er lítillátin og positivur og samstundis hevur verið ein slóðbrótari innan føroyska list, so eigur hann alt rós og heiður uppiborið. Ein stoltleiki fyri okkara land.
-------
»Í hesi viku kemur ein nýggj ? eftir okkara viðurskiftum ? sjáldsom bók í bókabúðirnar. Hon er útgivin av Ingolvi av Reyni, og ber heitið: »Skitsur og tekningar« sum eru frá 10 teimum síðstu arbeiðunum. Inngangurin er eftir William Heinesen. Maud Heinesen hevur umsett til enskt og Magnus Dam Jacobsen til føroyslt. ? Bókin er prentað í 500 talmerktum eintøkum og verður ikki endurprentað. Tilrættalegging og prent: Estra, Gøtu.
Í innganginum verður fyrst sagt nakað um málningalistina her á landi. ? Ikki fyrrenn í tríatiárunum kom rættilig gongd á, S. Joensen Mikines at takka, og síðan hevur føroysk málningalist tikið seg fram við risastigum. Síðan verður listarmaðurin ? Ingolvur av Reyni, nevndur ? hin sermerkti og ein av okkara fremstu listarmonnum.
Ingolvur av Reyni er føddur í Tórshavn 1920 eg var næmingur á kunstakademiinum í Keypmannahavn í árunum 1943-46. Hann hevur havt nógvar málningaframsýningar í Havn, á Kunstnernes Efterårsudstilling, Charlottenborg, á teirri føroysku listaframsýningini í Keypmannahavn og Århus 1956 og í Reykjavík 1961.
Hann hevur gjørt nógvar kanningarferðir í útlondum einamest í Frankaríki og her er hann sum so nógvir aðrir kunstnarar í okkara tíð ? ávirkaður av tí stóru uppgongd sum var í franskari málningalist um aldarmóti, serstakliga Cezanne og Brague, ið báðir verða roknaðir millum teir stóru kunstnarnar. Eisini aðrir listarmenn hava havt týdning fyri Ingolv av Reyni, t. d. kunnu vit nevna Immanuel Ipsen.
Ingolvur av Reyni hevur ein serligan stíl, hann gongur sínar egnu leiðir, tær eru fyri honum natúrligar. Hann skapar tað ikki soleiðis og soleiðis tá aðrir gera tað, ? nei tað er hansara lyndi ið noyðir hann. Eins og Mikines kann hann verða taldur millum teir religiøsu málarnar. ? Tað, ið hann avmyndar, er ofta einfalt og gerandisligt ? myndir úr Havnini og øðrum plássum í landinum, figur- og andlits myndir eiga tokka hansara.
Inngangurin er, sum áður sagt, skrivaður á føroyskum, donskum og enskum.
Henda bók verður óivað keypt av fleiri útlendingum, sum samstundis fáa at vita nakað um málningalist her á landið ? og somuleiðis um henda listarmann, á teirra egna máli. Men enn meira fær viðkomandi ið hevur ognað sær bókina, at vita um listarmannin við at blaða hana ígjøgnum. Myndirnar, ikki minni enn 58 í talið, eru óivað sær bestu Ingolvur av Reyni hevur gjørt. Tær eru teknaðar við blýanti, tushi og blákriti. Ein mynd t.d. kallar hann: gamlir menn í Vágsbotni. Hetta er ein einfald og gerandislig mynd. ? Her eru gamlir menn samlaðir ? menn sum nú eru givnir at arbeiða ? givnir við at fara út á flot. ? Ístaðin samlast teir her niðri við sjógvin, her er ein serligur hugni fyri teir at standa. Teir tosa um gamlar dagar ? sammeta nútíðina við tátíðina o.s.fr. Bert við nøkrum strikum við tushpenninum fær listarmaðurin hesa mynd at virka livandi ? meira tú hyggur at henni, enn betur verður hon, og enn meiri sigur hon tær. ? Líknandi mynd er longur úti í bókini. Her standa eldri menn undir neystinum saman við yngri monnum, ið ætla út á flot. Tosað verður um veðrið ? og her er tað teir gomlu, ið verða spurdir ? tá teir ikki kunna sjálvir fiska ? so kunnu teir geva teim yngru vegleiðing. ? Hesar tushmyndir verða tiknar fram ? tí hetta eru tey typisku motivini hjá Ingolvi av Reyni. Tað ein kundi skriva um í rúgvuvís; kann Ingolvur av Reyni siga við eini tekning. Enn betur, vísir hetta okkum, tá vit hyggja at teim nógvu andlitsmyndunum í hesi bók. ? Vakrar við blýanti, aðrar við tushi og einkultar við blákriti. Allar góðar ? pennurin verður ikki tikin upp av arkinum, men skapar støðugt nakað ? og at enda fáa vit eitt andlit ? livandi. Vit síggja hitt sorgarbundna andlitið ? hitt hugsunnarsama ? tað góða ? o. s. fr. Blýantstekningarnar eru frálíka góðar. Serliga bítur ein merki í tekningina av trimum eldri monnum.
Somuleiðis eru fleiri myndir av ymiskum kendum persónum. Eitt nú av Long og Hans á Lag og enn betur myndin av P. M. Dam løgmanni.
Umframt tær nógvu myndirnar av fólki, eru eisini frálikar myndir av býarpørtum í Havn. Gomul hús ið standa millum teir nýggju hygningarnar, skip, menn í arbeiði, úr løgtinginum o.s.fr.
Hetta er ein virðismikil bók ? ein bók við 58 lista-rverkum ? sum einhvør eigur at ogna sær. Samstundi skemur útgávan av hesi bók, at verða tí føroysku málningalistini ein stórur stuðul.«
S. H.