Osmund Justinussen
Hesa yrking gjørdi Janus Djurhuus, tá M. A. Jacobsen var farin um sýnina.
Nú eg setti meg at skriva nøkur orð um Óla Jacobsen, runnu mær hesi orð í huga og haldi eg, at hetta ørinidi hóskar so væl til Óla og tað verk, sum hann hevur útint sum um fiskimannafelagsformaður í 36 ár. Nú »klokkurnar ringdu út« hjá Óla í Fiskimannafelagnum haldi eg, at Óli hevur uppiborið eina stóra tøkk fyri tað megnar avrik, sum hann hesi mongu ár gjørdi fyri føroysku fiskimannastættina og fyri alt taqð føroyska samfelagið. Óli vísti frá heilt ungum árum av bjart skygni og skarpt vit, og hevur hetta verið teim føroysku fiskimonnunum og øllum okkara samfelag til stórt gagn.
Eg var staddur uttanlands, tá eg frætti, at Óli stóð ikki mát, nú veljast skuldi formaður av nýggjum í fiskimannafelagnum. Eg má siga, at eg varð ikki sørt bilsin, tá eg hoyrdi úrslitið.
Tó, eftir at hava hugsað eina løtu, so ásannaði eg: Ja, nú hevur demokratiið enn einaferð talað. Hetta løgna fyribrigdi við menniskjanum, at ein velur eftir tí, sum ein fær lovað, og gloymir, tað sum ein hevur fingið. Við Óla sum formanni í 36 ár hevur fiskimannafelagið ment seg til at vera eitt felag, sum hevur størstu virðing ímillum manna og ikki minst uttanlands, »har profeturin ikki býr«, er fiskimannafelagsformaður rættiliga høgt í metum og hevur verið ein framúr góður ambassadørur fyri fiskimannastættina og fyri okkara samfelag sum heild.
Óli hevur hesi mongu ár sum formaður í felagnum ótroyttiligur arbeitt fyri sínar limir, og hansara gløgga vit hevur verið við til at forða fyri mongum, sum kundi verið til bága fyri fiskimannin á mongum økjum, í lógarsmíði, á skatta-, studning- og tryggingarøkinum o. ø.
Eg havi hoyrt fortalt um eina talu, sum gamli Julius á Viðareiði sáli helt einaferð í 1950'unum í Klaksvík, tá ið tíðirnar vóru truplar. Hann fór upp á talarastólin í Bethesta eftir eina lagna tøgn, og teksturin til taluna var »Abraham var ikki bardagamaður«. Hesa taluna mintust áhoyrararnir leingi.
Eg havi kent Óla sum fiskimaður og sum reiðari, og siga má eg sum Július á Viðareiði á sinni, at Óli hevur ikki veirð bardagamaður, tó at hann hevur ikki ivast í at sagt sínar meiningar, tá tað var neyðugt, bæði í skrivt og talu. Men tó hevur hann vunnið ótrúliga nógvar sigrar, og væl hevur skorist. Hann kann tí við stórum sóma leggja frá sær eftir vælgjørt verk.
Nú hann leggur frá sær, kann hann spenna bringuna fram, eins og Dia í Vestmanna plagdi at gera undirsamráðingum við Reiðarafelagið, tí Óli eftirletur sær bestu sáttmálar, sum nakrir fiskimenn í heiminum hava. Hetta hevur Óli klárað uttan at koyra samfelagið út í verkfall og vónloysi, so nú ið hann er avmynstraður, nýtist hon um ikki at ganga ígjøgnum fjøruna til hús. - Væl gjørt!
Óli hevur havt serlig evni til at yvirtala reiðararnar undir samráðingum. Tað er sjón fyri søgn. Hann er ongantíð komin við krøvum, sum hava verið meingsleys, men hevur tó í flestu førum vunnið nakað, hvørja ferð samráðingar hava verð.
Óli hevur dugað sera væl at sæð fiskivinnuna sum eina heild. Hugsaði sjálvandi fyri og fremst um umstøðurnar hjá finskimonnum, men dugdi samstundis at seta seg inn í umstøðurnar hjá teimum, sum róku skipini. Stóð til dømis illa til hjá einum skipabólki eina tíð, so vísti hann rættiliga síni evni frá fiskimannafelagsins síðu, og var við til at bjarga heilum skipabólkum og manningum burtur úr kreppu. Hetta kom seinni at hava ómetaliga stóran týdning fyri alt okkara samfelag. Hyggið bara eftir t. d. uppisjóvarflotanum í dag.
Óli, nú tú leggur frá tær, skalt tú hava stóra tøkk fyri farna tíð, eisini tá vit ikki vóru samdir.
Tú hevur rist títt navn í ta føroysku fiskivinnusøguna sum tann fiskimannafelagsformaðurin, ið gjørdi megnar avrik fyri tann føroyska fiskimannin, og fyri alt okkara samfelag.
Vónandi fara landsins myndugleikar í framtíðini at gera nyttu av allari tínari vitan um fiskivinnu bæði innan- og uttanlands.
Yvir og farin.