Ein heilsan til Jústinis Leivsson Eidesgaard

Jústinis heilt óskiljandi, tað kann lata seg gera,
at tú, eitt so flott bókaverk, kanst til føroyingar levera,
nú kanst tú hvíla, og hyggja frameftir, við góðum treysti,
sum rithøvundur, teljist tú millum teir allar bestu.

Bókin um Kaj eitur, Kaj ein dokumentarisk ævisøga,
tað mangan føroyingin, við takksemi og gleði, man frøða
Á Hellunum, hevur tú sitið og kanna og bókina skriva
í dagar og nætur, tú varst mangan móður og kanska í iva.

Perman, eitt prýði er, har Kaj á verandanum stendur,
sær út at leggja skip og manning, í Harrans hendur,
eg ivist onga løtu, at tú mangan hetta, eisini gjørdi,
áðrenn tú síðsta blaðið, í hesum megnarverki fullførdi.

Hevði tú ikki stuðul, frá Poulu, Edvard og Fría fingið,
hevði tað ikki, við hesum megnarverkið hjá tær gingið,
bókin er sera væl skrivað og myndirnar bókina prýða,
sera spent vit eftir næstu bókini hjá Jústinusi bíða.

Vit á Kvíggjarvegi 7.