Ein heilsan til Tórshavnar Býráð

Í gjár, 21. mai 2025, hava umboð fyri áhugabólkin Varðveitið fríøkið við Sandá handað borgarstjóranum Elsu Berg 1751 undirskriftir frá borgarum, sum eru ímóti ætlanunum at byggja nýggju Argja Kirkju á fríøkinum við Sandá.

Í dag 22. mai 2025 er fundur í Tórshavnar Býráði, har ein endalig avgerð skal takast um byggiloyvið til kirkjuna á fríøkinum.

 

Í umleið 15 ár hevur verið kjak og nógv rumbul um ætlanirnar at staðseta nýggju kirkjuni á yndisblettinum ímillum Sandá og Støðlagøtu. Tað hevur snúð seg um náttúruvernd og rættartrygd hjá borgarunum í kommununi.

Nógv mistøk eru framd í málinum, men hetta skrivið er ein einføld og heldur friðarlig áheitan til Tórshavnar Býráð um at halda seg til sín egna umhvørvispolitikk og ikki at góðtaka byggiloyvið til ætlaðu staðsetingina av kirkjuni.

 

Higartil hevur tað eydnast kommununi í stóran mun at varðveita upprunaøkini fram við Sandá.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

 

 

Magnus Dahl og huldukonan á fríøkinum

 

Hetta skrivið er ein stytt og broytt útgáva av greinini ‘Hugleiðingar um Sandá og hennara umhvørvi’ eg legði út á netið fyri 2-3 árum síðani.