Ein heilt serlig gudstænasta í Havn

Vit í tryggu Føroyum eru ikki so langt frá ræðuleikunum

 

Hóskvøldið verður ein heilt serlig gudstænasta í Vesturkirkjuni í Havn

Tað er klokkan 20 hóskvøldið, at hóskvøldið, at ein sergudstænastu verður í vesturkirkjuni fyri tey kristnu úti í stóru verð, sum eru fyri ógvusligum atsóknum

Á gudstænastuni fer biskupur at bjóða vælkomin, og prestar og ymiskir samkomuleiðarar, taka lut við kunning og bøn.

 

- Týski kanslarin, Angela Merkel, hevur tikið til, at kristin eru tey mest atsøktu í heiminum á okkara døgum, siga prestarnir báðir, Anna Dahl Hansen og Bergur Debes Joensen, sum eisini skipa fyri gudstænastuni

- Vit, sum liva í trygdum Føroyum, eru ikki so langt frá teimum ræðuleikum í kristnum í londum í Miðeystri, í Nigeria og Korea í hesum døgum.

 

- Myndir og filmsklipp í hóptali úr Sýria og Irak, vísa, hvussu Isis ger seg inn á hóvligar muslimar, og ikki minst inn á kristin menniskju. Sama er skili í Norður-Nigeria, har Boku Haram hevur brent niður kirkjur í stóru økjum og dripið frá hond.

 

 

- Hvat kunnu vit gera sum kirkjur og samkomur? Og hvat kunnu vit gera sum samfelag, spyrja teir báðir prestarnir.

Hóskvøldið verður varpað ljós á tey atsøktu kristnu, sum lítla og onga umtalu hava fingið.

Á gundstænastuni fara Ann Dahl Hansen og Bergur D. Joensen at tala og kunna um støðuna, kristin eru í nógvastaðni.

- Eftir tað fara leiðarar úr kirkjum og samkomum at biðja fyri menniskjunum í hesum støðum, og har atsóknin leikar harðast.