Eg skal ikki leggja meg útí allar smálutir, sum frammi eru í valstríðnum, og sum meira ella minni grugga politisku myndina. Men nakrar høvuðslinjur eru kortini, sum eyðmerkja politisku flokkarnar, og sum teir standa fyri.
Tann flokkurin, sum eg umboðaði í mínum virkna politiska lívi og sum eg framvegis ynski at stuðla hevur nøkur eyðkenni Eg var sjálvur við at orða stevnuskránna fyri nú skjótt fleiri árum síðani. Sjálvt um hon eldist, so er høvuðsinnihaldið framvegis galdandi:
Fólkaflokkurin er ein liberalur, sosialur og demokratiskur sjálvstýrisflokkur. Longu hetta sigur rættiliga nógv.
Flokkurin er liberalur (ikki liberalistiskur), tað vil siga borgarligur og vil grundleggjandi verja persónligt frælsi og ognarrætt. Samstundis vil hann menna vinnuligt virksemi, sum skal skapa grundarlag fyri allari samfelagsligari menning og vera drívkraftin til vælstand í landinum.
Flokkurin er eisini sosialur (ikki sosialistiskur), sum við hjálp frá samfelagsvælstandinum skapar eitt gott vælferðarsamfelag við øllum sum tað ber í sær.
Flokkurin er eisini sjálvstýrisflokkur. Málsetningurin er, at í Føroyum skulu Føroyingar ráða, og við skilagóðum vinnulívspolitikki og framleiðsluskapandi vøkstri fáa vit eitt burðardygt samfelag, sum kann bera einar sjálvstøðugar Føroyar. Hendan ábyrgdin er okkara, og hon liggur ikki hjá dønum. Sleppa vit okkum undan hesi ábyrgd, sjálvt um tað bert er partvíst, so verður føroyska samfelagið ongatíð burðardygt.
Sum núverandi útiseti ber væl til, við øllum teim nýmótans miðlum, at fylgja væl við í gongdini í Føroyum. Hvønn dag kann ein “uppdatera” sína vitan frá bløðum, portalum, kringvørpum o.s.fr., so sjálvt við fysiskari frástøðu ber til eisini at fylgja við í valstríðnum. Àhugin er til steðar og tí geri eg tað eisini.
Føroyar sum eitt valdømi er eftir míni uppfatan ikki í samsvar við grundleggjandi ætlanina við parlamentariska umboðanarskipan, men tá nú skipanin einaferð er galdandi, so meti eg, at Fólkaflokkurin hevur verið sera heppin við síni uppstilling. Persónliga kenni eg ikki øll tey 32, sum uppstillað eru, men við at lesa um tey og teirra vitan og erfaringar, og ikki minst við at lesa tað, tey skriva, haldi eg, at tey øll somul hvør sær vera eitt gott umboð á tingi. Tí ræður um, at so mong sum møguligt náa hesum máli, og eisini tá avtornar onkur av teimum kemur í landsstýri.
Hendan lítla grein er ikki ætlað sum partur av einum val orðaskifti, men sum ein heilsan til valevnini á Fólkaflokkslistanum um at dríva á og alla tíðina at hava endamálið fyri eyga, nevniliga at gera sítt besta fyri Føroya fólk grundað á Fólkaflokkshugsjónina.
Samstundis sendi eg eina heilsan til alt Føroya fólk, ivist ikki, men fari á val og velji lista A, Hin Føroyska Fólkaflokkin.