Ein hjálpandi hond til Skálavík

- Vit eru kend fyri at hjálpa á øðrum støðum og heimspørtum, tá vanlukkur raka har. Nú fáa vit ein møguleika at rætta ein hjálpandi hond her til okkara egnu landsmenn Ein maður í Sandavági, John S. Myllhamar hevur nú tikið stig til eina peningainnsavning til tess at hjálpa Skálavíkar kommunu í hesum arbeiðinum.

Hann hevur stovnað eina hjálparkonto í Eik, hagar fólk kunnu flyta pening um tey hava áhuga fyri tí.

John S. Myllhamari kom beinanvegin til hugs eftir skaðan, at nú kundu vit føroyingar sjálvir hjálpa í egnum landi.

Hóast John hevur búð í Sandavági í fleiri ár, bankar hjarta hansara framvegis fyri heimbygdini, Skálavík.

- Vit hoyrdu borgarstjóran í Skálavík siga, at tey høvdu ongan møguleika at byggja uppaftur alt tað, sum náttúrukreftirnar høvdu lagt í oyði fram við strondini.

- Nú kunnu so einstaklingar, feløg, stovnar og onnur veita teimum eina peningagávu til endurreisnina av hesi lítlu kommununi, sigur John.

Tað eru ymiskir mátar at skipa eina slíka innsavning. Sjálvur er hann ikki hugaður fyri at fáa fólk at gagna hús úr húsi at savna inn, men hevur valt ein annan leist í hesi innsavningini.

Í morgun var hann í sambandi við Eik, og fekk har ein serstaka konto, hvørs peningur fer óskerdur til bygdarráðið at arbeiða víðari við.

Kontonummarið er 9181-1662904.