Ein hørð parkering

- Tá ein biførari skuldi parkera bilin hjá sær, rendi hann beint inn í húsagrundina, sigur løgreglan.

Í gjárkvøldið hendi eitt meira sjáldsamt ferðsluóhapp í miðstaðarøkinum, sum ávís ógreiða er um í løtuni.

 

- Óhappið hendi, tá ein bilførari skuldi parkera bilin hjá sær. Bilurin steðgaði ikki, men koyrdi beint inn í húsagrundina.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at bæði bilførarin, sum var einsamallur í bilinum og húsagrundin,  fingu nakað av skaða.

 

- Í løtuni vita vit ikki, hvat tað var, sum hendi - um bilførarin var óskettin, ella um okkurt tekniskt brek var við bilinum, sigur løgreglan.