Di Maria gevst á argentinska landsliðnum

Verandi Copa America kappingin verður svansangurin hjá Angel Di Maria

Síðani 2008 hevur hann spælt 142 landsdystir og skotið 31 mál fyri Argentina. Men nú fær tað ein enda.

 

36 ára gamli Angel Di Maria boðaði fyrradagin argentinsku fjølmiðlunum frá, at verandi Copa America kappingin verður endastøðin hjá honum á argentinska landsliðnum.

 

Í seinasta bólkadystinum, ið Argentina vann 2-0 á Peru var Lionel Messi uttanfyri, og tí fekk Angel Di Maria heiðurin at vera liðskipari: - Tað gjørdist mín túrur at vera liðskipari. Eg veit, at eg havi ikki nógvar slíkar løtur eftir á landsliðnum. Eg njóti hvørja løtu í hesum seinastu dystunum fyri Argentina. Onkuntíð eri eg melankolskur, og onkuntíð eri eg eitt sindur glaður, men avgerðin er tikin. Eg havi sagt tað fleiri ferðir, og nú er eingin vegur aftur. Hendan Copa America kappingin verður seinasta kappingin við landsliðnum. Eg ynski, at hetta skulu vera teir seinastu dystirnir við landsliðnum. Segði Angel Di Maria við argentinsku fjølmiðlarnar. 

 

Tíðliga fríggjamorgunin føroyska tíð spælir Argentina fjórðingsfinalu móti Ekvador í Copa America kappingini. Argentina hevur eina greiða favorittstøðu.