Hugnaligur og maritimur familjudagur í Vági

Leygardagin hin 31. august verður árligi Johannudagurin í Vági.

- Fyrireikingararbeiðið er í gongd, og skráin kemur út í augustmánaði.

 

Tað vita tey í Vágs kommunu at siga í dag. 

 

Johannudagurin er ein hugnaligur og maritimur familjudagur, sum Felagið Johanna TG326, Vágs Kappróðrarfelag og Vágs kommuna fyriskipa.

 

- Á degnum kann væntast Syngið-við-tiltak, vatnkríggj, sjórænarar og bryggjudansur.

 

Lagt verður aftrat, at til bryggjudansin og grillingina ber til at keypa atgongumerkir í forsølu. 

 

Á heimasíðuni www.vagur.fo sæst, hvussu atgongumerki til dans og grilling kunnu keypast.