Ein hypotetiskur spurningur

    

Regin av Steinum
??????????????

Í sambandi við stjórnarsamráðingarnar, ið hava givið okkum nýtt landsstýri, er sagt, at teir tríggir flokkarnir, ið manna nýggju samgonguna, eru samdir um at býta landsstýrissessirnar soleiðis, at Javnaðarflokkurin fær løgmann og ein landsstýrismann, Fólkaflokkurin fær tríggjar sessir, men Sambandsflokkurin fær tveir landsstýrismenn og tingformannin.
Er hetta sambært stýrisskipanarlógini ella andanum í lógini?
Eigur avgerðin um, hvør skal vera tingfor-maður at koma upp í sjálva telvingina at skipa nýtt landsstýri og vigast (ella gerast upp) í politiskari ávirkan, tá ið hann skal vera tingformaður fyri bæði samgongu og andstøðu, og meira at kalla skal vera uttanveltaður tingmaður?
Vit minnast væl, hvussu hesin leikur fór fram í seinasta valskeiði.
Hvat siga teir kønu, t. d. teir, ið smíðaðu stýrisskipanarlógina?