Eitt íshelli í Íslandi er rapað

- Nøkur fólk eru føst, og nøkur eru løstað, sigur íslendski løgregluovastin, Sveinn Kristján Rúnarsson.

 

 

 

Seinnapartin í dag er eitt sonevnt íshelli rapað í Íslandi, og fólk vóru inni í holuni, tá hon rapaði.

 

Sambært íslenskum miðlum er talan um eitt íshelli á Breiðamerkurjökli vestan fyri Jökulslárlón.

 

- Vit hava ikki endaliga talið av fólki. Nøkur eru føst í hellinum, og nøkur eru løstað.

 

Tað sigur løgregluovastin, Sveinn Kristján Rúnarsson, við íslendska Morgunblaðið.

 

Sambært keldum, sum íslenska blaðið Visir sipar til, hava 3-4 fólk fingið álvarsligar løstir í hellinum, men hesi tøl eru ikki váttað.

 

Nøkur av teimum, sum vóru inni í hellinum, tá tað rapaði, vóru ferðafólk, veit íslendska kringvarpið RUV at siga.

 

Løgregluovastin, Sveinn Kristján Rúnarsson, sigur, at bjargingararbeiðið er í gongd á staðnum.

 

Hjördís Guðmundsdóttir, samskiftisleiðari hjá íslendsku verjuni, sigur, at umstøðurnar eru sera truplar.

 

Tvær bjargingartyrlur vóru seint seinnapartin á veg til staðið saman við sjúkrabili, løgreglu og bjargingarfólki.

 

Íslendskir miðlar vita at siga, at tilsamans 25 fólk vóru inni í hellinum, tá tað rapaði.