Kinesiska stjórnin hevur nú gjørt av, at Kina skal taka lut í friðarvarðveitandi arbeiðinum í Afghanistan.
Men hóast sít stóra fólkatal sendir Kina bara ein mann til Afghanistan. Hann eitur Zhang Ming og starvast sum løgreglumaður í landspartinum Hainan, har hann yvirhøvur arbeiðir við rúsevnissmugling. Sambært almennu tíðindastovuni Xinhua skuldi hann fara til Afghanistan í gjár.
Kina sendir sjáldan herfólk ella løgreglufólk til ófriðarlig øki, sjálvt um ST biður landið um hjálp, men hví Kina bara sendir ein mann til ST-deildirnar í Afghanistan, er ikki greitt. Sum er eru 21 kinesiskir løgreglumenn í ST-arbeiði í Eystur Timor og í Liberia.