Frits Joahannesen
???????
Skyldmaður mín, Asmund Born úr Keypmannahavn, bjóðaði til seksti ára føðingardag i Ny tann 22. okt. Hetta var ikki hissini. Men satt er tað. Hann er heimsborgari og hevur reist um tann víða heim, so hann helt, tað var einki løgið í tí, at so skuldi verða. Í míni heimsføðisligu bygdaverð kendi eg hetta sum eina uppliving so sjáldsama, at ilt er at siga frá hesum. Havi onkuntíð lisið um filmstjørnur og onnur ríkmenni dussast fyrrapart í París, eta døgurða í London og kvøldkaffi í Los Angeles. Ikki kunnu vertur og gestur teljast millum hesi fólk, men felags kundi verið tað kosmiska, og tað kann røkka langt.
Nógv er at fara til í hesum heimsbýið. Vit búðu á nr. 102 á 29. gøtu í ein eystan við fimtu Avenue. Hotellið var ikki so galið, og lá høgliga fyri. Tað, sum her skal sigast frá, er ein konsert í Carnegie Hall, har sum Havnarkórið saman við øðrum norðurlendingum fór at hava konsert eina viku seinri. Carnegie Hall liggur tætt við Central Park 154 W 57th Street. Legði leiðina hendan vegin hósdagin 29. oktober at keypa eitt atgongumerki til konsertina, sum verða skuldi leygarkvøldið tann 31. okt við St. Petersburg Philharmonic Orchestra undir leiðslu av Yuri Temirkanov.
Carnegie Hall
Fitt av fólki stóð í durinum, tá ið eg kom á gátt. Var so framligur og spurdi, hví so nógv fólk var komið saman her ein yrkadag seinrapart? Fekk at vita beinanvegin at nevnda orkestur skuldi hava aðalroynd og fólkið, sum var her, vóru "Carniegihallarinar vinir". Tey skuldu inn at lurta eftir aðalroyndini. Hetta kendist forvitnisligt. Fór til mannin, sum býtti atgongumerki út og spurdi hann, um tað bar til at koma inn at lurta? - Jaaaa... hvaðan eg var, og hvat eg gjørdi. Maðurin gjørdist áhugaður í míni søk, at eg var komin so langvegis frá fyri at lurta eftir eini konsert í hesum skála. Gav mær eitt atgongumerki til aðalroyndina. Ja, vælsignað verið hondin, at so bleiv. Hann helt, at eg hevði uppiborið at koma inn saman við hesum fólkum, har tónleikurin var teimum høgt í metum í hesum tónlistaliga skála. Konserthøllin var stak hugnalig. Húsið er bygd í italienskum renæssancustíli og er frá 1891. Húsið hevur so sera gott orð á sær. Her hava mætir dirigentar stjórnað. Tjajkovski var gestaderigentur, tá ið høllin varð tikin í nýtslu.. Toscanini og Leonard Bernstein hava svingað taktstokkinum undir hesum bitum. Violinisturin Isaac Stern bjargaði bygninginum undan niðurríving í fimmti árunum.
Eg havi ongantíð upplivað eina aðalroynd við einum slíkum orkestri. Hetta var líkasum at vera í einum leirkeri, har tilevningin fór fram undir einum derigenti, sum ikki lat nakað falla av av dýrtvunnum tónlistaligum skaldskapi av mætum tónaskaldum. Var ein lítil bági, sum skavaðist í onkrum ljóðføri ella bólki, varð steðgað á og tikið umaftur og umaftur til tað hevði fingið rætta dámin.
Páskaoverturan hjá Rimsky-Korsakov
Havi altíð hildið nógv av russiskum tónleiki og kórsangi. Russ-land er eitt elligamalt kulturland samanborið við Amerika. Tað hoyrist eisini á tónleikinum. Nikolai Rimsky-Korsakov 1844-1908 var fyrstur á skránni. Spælt varð Russian Easter Overture, op. 36, sum var fyrstu ferð framførd í Carnegie Hall 28. febr. 1908 og fyrstu ferð spæld í Russlandi 3. des. 1888.
Rimsky- Korsakov varð borin í heim 6. mars 1844 og doyr 8. juni 1908. Hann kemur ikki undir kommunistiska halin eins og Prokojev, Sjostakovitj og Sjebalin, sum mangan høvdu tað svárt í tí musikalsku gongdini undir kommunistiska áganginum.
Tónleikurin hjá Korsakov er merktur av russiskum traditión-um t. d. úr russiskum kirkju-tónleiki. Læruríkt er hjá okkum vesturlendingum at seta okkum inn í hesa páskaoverturu, sum er runnin upp í russiskari ortu-doksari kirkjusiðvenju. Overturan kemur í sínum skapi og ljóðið undir andan, sum ræður í tí russisku kirkjuni upp undir páskir. Páskaaftan er við tí døkku, dimmu, dapru, myrku hending farin í grøvina saman við Jesusi, men so páskamorgun tá ið bøkslið, sum hevur bundið alt til heljar verður loyst , rísur brúður Krists loyst úr helheim-sins glámlýsi. Jesus vendir aftur ílatin skrúð eins og brúður. Tú merkir henda stóra spenningin, sum er ímillum ljós og myrkur í seigligum ljóði í overturuni. Sorgfulla ljóðið hjá træblásarunum og cellunum fáa ljóð av lunni í tveimum pørtum úr tí ortudoksu siðvenjuni - Lat Jesus rísa og Einglanna sorgarljóð ljóma. Soloviolinin og ein floyta kunngera - Kristus er risin upp, sum endar í einum samfingnum ljóði við klokkuspæli páskadag. Ein so ljóðlig trombon kom við einum recitativi um kvinnurnar, sum komu til ta opnu grøvina - Maria Magdalena, Maria, móðir Jákups og Salóme. Rimsky-Karsakov hevur tikið hetta úr Markusar evangelium 16. kapitul. Tú hoyrir ljóðið frá trombonini í stórfingnum ljóði, sum fylti alt rúmið, boða frá upproysnini. Ein ungur maður í hvítum klæðum situr høgrumegin í gravarhellinum, tá ið kvinnurnar koma inn í grøvina. Kvinnurnar vóru bebbaræddar, men sum mangan, ljóðaðu orðini: Ræðist ikki! Tit leita eftir Jesusi úr Nasaret, hinum krossfesta; hann er risin upp o.s.fr. Orðini floyma úr trombonini hjá hesum knáva russiska trombonleikara, sum hevur ein so frálíkan dialog við t.- d. soloviolinina og srúkararnar- einkult og innarligt. Tað stendur við klettin, og páskasólin rísur í orkestrinum og gevur tær eina gleði av himmalskum sjónum í einum meldri av leitandi innarligum tónum í orkestrinum. Her vart tú millum háhús og fólkasløg av alskins uppruna og nýtti hesa páskaoverture ein heystardag í New York 2004.
Cellokonsert eftir Dmitri Shostakovich
Orkestrið fór í sini aðalroynd víðari við Dmitri Shostakovich - cello konsert no. 1 op. 107. Shostakovich var borin í heim 12. sept.1906 í St. Pætursborg tvey ár eftir deyða Korsakovs og doyr 9. august 1975. Hann kom at merkja, hvussu torført tað var at vera tónasmiður undir tí kommununistiska einaveldinum. Vit kunnu eisini nevna Serge Prokofief, sum varð borin í heim 1891. Hann var eisni ein mætur pianistur, sum reikaði um tann víða heim og framførdi klaverkoncertir utannalands til 1932. Heimstaður hanara hesa tíð var París, men fór aftur í 1932 til Russlands at búgva. Tað vóru ikki kommunistarnir, ið bundu hann til landið, men tað russiska fólkið, mentanar jørðildið og málið á sama hátt sum hjá Boris Pasternak. Í hesum sambandi má eg nevna t. d. Igor Stravinsky, sum eisini var ein úrmælingur á klaverinum, og vóru hann og Prokofief so líkir í tónasmíðnum heilt fram til 1920, hóast Prokofief traðkaði sínar barnaskógvar langt burtur frá tí vestur-lendska dæmda St. Petursburg, har Igor Stravinsky var uppvaksin. Báðir vóru merktir av tí nýklassistisku rørsluni, sum spratt um hetta mundi í Frankaríki. Hetta er eisini ein áhugaverdur partur av russisku tón-leikasøguni, men eftir hetta fara teir hvør sín veg, sum ikki her skal verða nomið við.
Líka til 1928 kundi tú gera alt sum komponistur í Russlandi. Allur avantgarditónleikur og vesturlendskur tónleikur var gott latín manna millum, men eftir hesa tíð, fekk sambandið, ið umboðaði prolitartónleikin valdið og teimum líkt, vildu teir stýra tí skapandi megini á hesum øki. Teir vildu hoyra sosialrealistiskan nýggjan tónleik og fyrimyndin skuldi verða Beetoven og Tjaikowsky. Til allar tíðir hevur tað verið ein stórur bági fyri tað skapandi frælsi, at stýrisveldini hava blandað seg upp í tað, sum listafólk hava og viljað skapað. Eitt gott dømi um myndlistina er Kasimir Malevitj (russari), sum kom við suprematismuni, sum tekur t. d. arkitekturin inn í myndina í tí tóma rúminum. Hann er borin í heim 1878 og doyr 1935. Hann bleiv illa sæddur bæði av kommunistum og nasistum. Fái ikki komi inn á hetta í hesi grein, men er hann millum fremstu listafólk eftir 1900 í heimshøpi.
Í hesum meldri er Shostakovich. Hann var ikki ofta uttanlands sum t. d. Prokofiev, men kanska kendi hann seg eitt sindur fjaðursærdur av tí russiska jarnhalinum, men hansara fyrstu ár sum komponistur eru hóast fyri 1928. Sum 19 ára gamal ger hann sína 1. symfoni, sum fær gott orð á seg og fær altjóða góðkenning. Streymur av ljóði eru í symfoniini, sum vit kenna frá Prokofief, atonalari ekspressionismu(Alban Berg) rýtmu av Hindemith og tað linjuføstu ný - klassismuna hjá Strawinsky. Hetta er maðurin , sum eg nú skal lurta eftir henda seinrapart 29. oktober 2004 í Carnigie Hall.
Shostakovich gjørdi hetta verk í 1959 og var frumframført í Leningrad nakrar fáar mánaðir seinri við tí mæta cellospælarinum Mstislav Rostropovich og Yegeny Mravinsky stjórnaði tí sama orkestrinum, sum her stóð á palli. Sama stykki var framført í Carnegie Hall 5. mars 1967 við Rostropovich sum solisti við London symfonikarunum.
Shostakovich og Rostropovitch
Hesa løtuna er solisturin heims-kendi cellospælarin Lynn Harrell. Føddur i New York og hevur nógvar altjóða viðurkenningar við spæli sínum víða um. Derigenturin er Yuri Temirkanov, sum t. d. eisini er gestadirigentur hjá Radio symfoniorkestrinum í Keyp-mannahavn og hevur gott orð á sær. Shostakovich kendi Rostropovic. Hann hevði sjálvur gjørt eina minniliga upptøku av fyrstu Cello Sonatuni, sum hann tónsetti 1934 saman við Rostropovich. Hann visti eisini hvussu Restropovih hevði stuðlað tí sjúka Prokovief stutt fyri deyða hansara, har hann hevði hjálpt honum at umarbeiða cellokonsertina hjá honum til eina Symphoni Concerto. Hetta var við endan av Stalintíðini, og nú 1959 kendi Shostakovich á sær , at hann kundi fara undir sina cellokonsert og við tí heimskenda Restropovich sum íblásara. Hann spældi solostykkini fyri Dmitri Shostakovich beint uttan fyri Leningrad í summarsmáttu hansara. Hann var sera sinnisrørdur, tá ið hann hoyrdi hetta spæl. Shostakovich sigur um cellokonsertina í Soviet Culture, at upprunin til hesa konsert kom frá Symfoni Conserto hjá Prokovief. Konsertin er døkk, ekspressiv við streymum av atonalari føring í stuttum ljómfyllum, rurandi fram við russikum traditiónum og eini javnvág millum hvat tú kanst og ikki kanst í gyrðinigum av tómskóltaðum, makthavarum, sum alla tíðina hyggja við skeivum eygum og ikki fata tað listaliga. Shostakovich segði um byrjanini í cellokonsertini, at hetta var ein lívligur marsjur, har hornini tóku yvir leiðsluna í kvartetljóðum og træblásarnir blandaðu seg upp í hetta ljóð í skørpum trinum. Kadancan var ótrúlig. Hesin fitti, menniskjansligi solisturin, sum sá út sum ein útróðrarmaður úr Hvannasundi - stórt høvd og tjúkkar hendur, legði ljóðið upp um bygningarnar í NY skapaðir av mannahond og upp um fjallagreinirnar í Hvannasundi. Hetta var ein stór uppliving í hesum "Hvannasundanska" stórbýi. Tær myrku langu ódnirnar í orkestrinum kundu lagt skuggar yvir soloina, men hon fór upp í hæddirnar í vælsøgdum ljóði og dusaði sær undir kønu hond Lynn Harrells.
Shostakovich, sum tónasmiður í Sovjet
Shostakovich var noyddur til at vera millum kross og hosu í sínum tónasmíði. T. d. gekk Lady Machbeth frá Minsk í samfull trý ár í Leningrad og tvey ár seinni á Tí kgl. Teatrinum í KBH. Ein dag stóð skrivað í Pravda, at tónleikurin var dekadentur og vandamikil fyri tað russiska fólki. Hóast Shostakovich greiddi frá sínum ætlanum við hesum tónleiki at lýsa Russland undir sarstýrinum til tað sosialistiska Russland, bar ikki bøtur. Tónleikastykkið fekk tað "reyða" stemplið og mátti ikki framførast í Russlandi. Sjostakovich tók avleiðingarnar av hesum og tónsetti 5. symfoni. Hon gav honum uppreisn aftur, hóast hon ikki hevði nakað sosialistisk innihald, men hevði ein hetjudám yvir sær, sum lættur var at fata. Sjostakovich kom heilskapaður undan og gjørdu tað 7. symfonina og Leningrad- symfoniina, sum partvís varð smíðað 1941 undir kringsetingini av Leningrad undir Seinna heimsbardaga.
Tað hevur verið stravið hjá hesum tónasmiði at tónseta soleiðis, har hann skuldi kína hvørjum tóna og frasering og ikki stoyta teir tómu kommunistisku grúkarnar. Ì hesum tónleikastykki, sum her er umrøtt hoyrist sanglagið "Suliko", sum Stalin dámdi væl og ein deyða-dansur, ið gongur í taktslagnum 3/8. Dmitri Shostakovich hevur kanska gjørt hetta fyri at vera væl umtøktur millum manna, væl í øgn við politiska stýrislagið og eisini geva tónlistini sítt. Henda konsert rann avstað í føstum linjum við hátiðarligum rungandi ljóði í tindrandi fastleika. Soleiðis upplivdi eg hetta tónleikastykkið henda seinrapart í Carnegie Hall í New York 29. okt 2004.
Tá ið eg kom útumaftur hekk eitt stórt veggspjaldur á vegginum og boðaði frá, at Havnarkórið skuldi syngja Elias her saman við øðrum norðurlendskum kórum undir leiðslu av Gardar Cortis í næstu viku. Fór ein túr eftir 31. gøtu um kvøldið, og hvørjum møtti eg ? Sjálvan javnaðarpolitikaran Andreas Petersen úr Gøtu. Verðin er lítil. Hóast tað, kann hon vera so stór, at slíkar hendingar kunna fara fram , at ein gøtumaður og ein fuglfirðingur hittast óvildiliga í New York - ófatiligt!