Tað hevur annars verið friðarligt hjá løgregluni seinasta samdøgrið, men í gjár var ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring. Løgreglan var úti og koyrdi, og tað var tí sambandi, at hesin bilurin varð steðgaður.
Bilførarin misti koyrikortið á staðnum.