Tað hevur vakt stóran ans í Starvsmannafelagnum, at »mótpartur« teirra, nú roynir at trumfa ígjøgnum, at lønirnar verða fluttar.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum hevur bara andstygt fyri Fíggjarmálastýrinum, at teir arbeiða á tann hátt teir gera.
? Eg haldi, at tað er ótrúligt at síggja, hvussu »yvirapparatið« í føroysku umsitingini er farið til verka, nú lønirnar skulu flytast. Hetta er ein ómetaliga stór provokatión móti fakfeløgunum, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Hann vísir á, at tað var ein treyt frá Starvsmannafelagnum fyri at fara aftur til samráðingarborðið, at lønirnar ikki vórðu fluttar.
Men er hetta so ein krígsavbjóðing til tykkara?
? Ja, tað er tað! Eingin ivi um tað. Tað var ein treyt frá okkum, at ongar lønir vóru fluttar, og nú velur fíggjarmálaráðharrin at flyta lønirnar, beint meðan semingsmenninir royna at fáa partarnar aftur til borðið. Tað haldi eg verða ótrúliga óprofessionelt.
? Henda gerðin frá Fíggjarmálastýrinum fremur ikki upp á nakran máta arbeiðnum hjá semingsmonnunum. Hetta eru fjákalótir frá Fíggjarmálastýrinum og landsstýrinum.
Løgmaður sigur, at partarnir eiga at fara aftur at samráðast við tí fyri eyga at loysa ósemjuna. Hvørja viðmerking hevur tú til tað?
? Eg haldi, at landsstýrið eigur at vísa tað í verki. Tað gera teir í hvussu er ikki við at senda landsins hægstu embætismenn út á náttartíð at kroysta fólk at flyta lønir. Landsstýrið eigur at vísa ein størri samstarvsvilja enn teir gera.
Annars eru semingsmenninir í gongd við eina prosess í løtuni, og henni heldu Gunnleivur, at teir skulu hava frið at arbeiða við.
? Teir kanna um feløgini kunnu samráðast saman.
Ganga tit við til tað?
? Tað vil eg ikki úttala meg um í løtuni, endar Gunnleivur.