Í idylliska høvuðsstaðnum Valletta á Malta býr 37 ára gamli Henry Petersen, sum er uppvaksin á Kambsdali. Hann flutti til Malta fyri 11 árum síðani fyri at lesa í eitt hálvt ár. Men nú hevur hann fingið konu, børn og starv har - so uppihaldið á Malta bleiv til nógv meira enn eina lestrarhálvu.
Tað var skjótt og lætt hjá Henry at fella til, tí hann føldi, at maltesar hava líknandi oyggjarmentan sum føroyingar. Umframt at arbeiða sum headhuntari, so upplivir Henry Petersen mangt og hvat á Malta, sum er kent fyri, at nógvir filmar verða upptiknir har.
– Mín størsta persónliga uppliving var at vera í eini scenu í Game of Thrones, har vit møttu Sean Bean og øllum hinum stjørnunum. Eg havi eisini møtt Helen Mirren, sum var til ein jólamarknað fyri nøkrum árum síðani. Og so havi eg eisini møtt Brad Pitt, sigur Henry Petersen, sum ofta fangar seg sjálvan í at sakna Føroyar.
– Eg eri 100% føroyingur, men dugi eisini væl at skyna millum nostalgi og sakn. Eg lurti eftir føroyskum tónleiki dagliga, eti føroysk innímillum, baki mítt egna rugbreyð og sjálvandi liggur Góðaráð á hillini, sum er sera nógv brukt, sigur hann.
Les longri samrøðu við Henry Petersen í nýggjasta Vikuskifti hjá Sosialinum.