Hóast ta stóru framgongdina hjá flokkinum, so var tað nakað í sjálvum valstríðnum, sum fall mær og øðrum tungt fyri bróstið.
Flokkurin hevði onga organiseraða leiðslu. Og hvar var Finnbogi? Tann maðurin, sum eftir mínum tykki, best kann føra flokkin fram, slapp ikki upp í part, og er hetta sera óheppið fyri flokkin. Tí, hev ði flokkurin ikki brúkt orku til innanhýsis ósemjur, men ístaðin funnið eitt valevni at staðið saman um, hevði flokkurin fingið annan mannin á Fólkating. Og hvør veit, kanska er hetta besti og vónandi ikki síðsti møguleiki til tess.
Mín áheitan til Tjóðveldisflokkin skal vera: Tit mugu fáa eina skipaða leiðslu, um ikki Finnboga Ísakson, sum er mítt besta boð uppá leiðara, ja, so onkran anna, sum flokkurin kann bakka upp til fulnar.
Eitt afturat. Flokkurin tosar bara um loysing. Harragud, er hetta ikki ein fiskimanna og arbeiðaraflokkur. Eg hoyri pensionistar og arbeiðsleys, siga seg ikki at tora atkvøða fyri flokkinum, av ótta fyri at missa pensión og aðrar almennar veitingar.
So ístaðin fyri innanhýsis klandur, brúki tykkar aorku til at greiða fólki frá tykkara breiðu stevnuskrá, so at Tjóðveldisflokkurin kann fara á løgtingsvalstríð, sum ein sterkur og sameindur flokkur, sum føroya fólk kann taka so dyggiliga undir við.
P. S. Eitt skulu tit vita, blaka tit Finnboga út, missa tit floksins besta »talirør«
Við tjóðveldsiskvøðu
Hallur Hjalgrímson