Bankaskrædl
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
- Um tit eru ónøgd við órættaðu yvirprísirnar hjá DSB upp á bústaðarlán, taki so peningin út sum mótmæli.
Nøkulunda soleiðis ljóðaði ráðið frá búskaparfrøðinginum Pieter Lakeman í niðurlendskum sjónvarpi í bestu senditíð tann 1.oktober.
Tað úrslitaði í einum »run« á niðurlendska DSB Bank, sum upp á bert 11 dagar merkti, at kundarnir tóku ein sættapart av teimum 33 milliardum krónunum, sum bankin hevði innistandandi.
Tað gjørdist deyðsorsøkin hjá bankanum, sum varð koyrdur í gjaldssteðg í gjár. Nú bíðar eitt møguligt sakarmól móti Pieter Lakeman afturfyri. Bæði miðbankin og niðurlendski fíggjarmálaráðharrin hava mælt kreditorunum til at royna seg við einum sakarmáli móti Lakerman, men hann er ikki ræddur av hesum.
Sambært Lakeman var skrædlið ikki til at koma uttanum, og at miðbankin hevur misrøkt sína skyldu, av tí at hann hevur verið vitandi um trupulleikarnar hjá DSB í meira enn eitt ár.
Felagið hjá Lakeman umboðar kundar, sum eru komnir í fíggjarligt óføri orsakað av yvirprísum upp á bústaðarlán. Hann er harafturat formaður í einum stuðulsgrunni fyri fólk við truplum bústaðarlánum.