Tað er kanska tað, sum nú ger hann øðrvísi enn allar hinar týpurnar, sum dáma so væl at spegla sær sjálvum í sjónvarpinum. Tað eru jú nógv av teimum, sum stilla upp fyri Tjóðveldi. Meðan Tjóðveldisflokkurin áðrenn 98 meira var ein joke – ein loysingarflokkur við fólkum, sum ikki ein gong sjálvi trúðu upp á loysingina, so varð hann í 98 broyttur til ein framfýsnan fullveldisflokk, sum tað nú var »in« at halda við. At verða javnaðarfólk ella sambandsfólk, tað bleiv nú ein joke. Soleiðis broytist tað í politikki.
Sjúrður Skaale fer nú aftur ímóti rákinum. Hóast fullveldi skjótt kanska broytist til eina joke, sum eingin trýr uppá, so er Tjóðveldi enn flokkurin, sum tey í gásareygum »populeru« halda kann geva teimum politiska flogið.
Men heldur ikki í Tjóðveldinum er pláss fyri øllum. Flokkurin fær uttan iva aftur átta fólk vald á ting, neyvan fleiri. Og flokkurin fær eisini formannin afturvaldan á danating – har hann stórtrívist, so har verður valla nøkur broyting.
Javnaðarflokkurin hevur ein teoretiskan – og tað er altso bara teoretiskan – møguleika at vinna fólkatingssessin frá Sambandsflokkinum. Sjúrður Skaale er jokarin hjá Javnaðarflokkinum hesaferð. Tað verður spennandi, um tað fer at eydnast við taktikkinum hjá honum, um »ein mann í eitt ting«.