Ein nýggjur persónur er skuldsettur

- Eg kann vátta, at eitt viðskiftafólk hjá mær er skuldsett í Hagen-málinum, sigur advokaturin, Trond Eirik Aansløkken.

 

Norska løgreglan heldur, at ein í ættini hjá drápsskuldsetta miljarderinum, Tom Hagen (70), hevur roynt at ávirkað eitt høvuðsvitni í málinum. VG veit at siga, at talan er ikki um eitt av børnunum hjá hjúnunum, Tom og Anne-Elisabeth Hagen, sum hevur gjørt seg sekan, men at talan er um onkran annan í familjuni.

Hin 31. oktober í ár verða tvey ár liðin, síðan ríkmanskonan sporeyst hvarv úr heiminum hjá hjúnunum í Lørenskog. Í fleiri mánaðir varð hildið, at konan var rænd við fíggjarligum endamáli, men á sumri í 2019 broytti norska løgreglan sítt høvuðsástøði, sum síðan hevur verið, at Anne-Elisabeth Hagen er dripin í egnum heimi.

Maður hennara og miljarderurin, Tom Hagen, er skuldsettur fyri at hava dripið konu sína - ella at hava viðvirkað til, at hon er beind av vegnum. Sjálvur var maðurin til arbeiðis feigdarmorgunin, tá konan hvarv. Fólkið í familjuni hjá Tom Hagen, sum skal hava roynt at ávirkan eitt høvuðsvitni, er nú eisini skuldsett í málinum.

Skuldsetingin móti viðkomandi byggir á grein 157 í revsilógini, og sum á norskum ljóðar soleiðis: "... for ved trusler eller annen rettsstridig atferd overfor en aktør i rettsvesenet å ha opptrådt slik, at det er egnet til å påvirke aktøren til å foreta eller unnlate en handling i forbindelse med en straffesak..."

Eftir norsku rættarskipanini hevur persónurin, sum nú er skuldsettur, fingið advokatin, Trond Eirik Aansløkken hjá Djerv Advokatfirma at verja seg í málinum. - Eg kann vátta, at eitt viðskiftafólk hjá mær er skuldsett í málinum, men viðkomandi viðgongur seg ikki sekan, sigur Trond Eirik Aansløkken við VG.

Sambært upplýsingum, sum VG hevur, hevur høvuðsvitnið, ið málið snýr seg um, verið tll í minsta lagi tvær avhoyringar hjá norsku løgregluni, síðan konan hvarv. Vitnið skal eisini hava greitt løgregluni frá onkrum stríði millum Tom Hagen og konuna, Anne-Elisabeth Hagen, eins og vitnið skal hava fortalt um hjúnarbandið teirra millum niður í smálutir. 

##med2##

VG hevur áður greitt frá, at júst hjúnabandið millum Tom og Anne-Elisabeth Hagen hevur fylt nógv í jagstranini hjá løgregluni eftir møguligum motivum í málinum. Sjálvur hevur Tom Hagen noktað seg sekan og sigur seg ongan leiklut hava í, at kona hansara er horvin.

Tað var í summar, at vitnið, sum talan er um, meldaði ein í familjuni hjá Tom Hagen til løgregluna fyri at royna at ávirka seg. Sambært VG varð fráboðanin til løgregluna borin fram í samband við eina avhoyring av viðkomandi vitni. Vitnið vísti eitt nú til eina telefonsamrøðu fyrr í summar, tá ein í familjuni hjá Tom Hagen kendist hóttandi.

Vitnið upplivdi, at viðkomandi, sum royndi at ávirka seg, eitt nú vildi blanda seg upp í tað, sum vitnið hevði sagt við løgregluna, og haraftrat vísti vitnið eisini til skrivligt samskifti millum seg og viðkomandi, sum stuðlar undir fráboðanina til løgregluna.

Verjin hjá tí nú skuldsetta í málinum, Trond Eirik Aansløkken, heldur, at fráboðanin hjá viðkomandi vitni til løgregluna, sum nú hevur ført til hesa skuldseting, tykist tilgjørd - ella konstruerað. Men, hann hevur tagnarskyldu og kann tískil ikki greiða nærri frá, hví hann hevur hesa áskoðan.

VG hevur verið í samband við umrødda vitnið, men viðkomandi vil ikki gera viðmerkingar til málið. Heimasíðan hevur eisini vent sær til verjan hjá Tom Hagen, Svein Holden, og hann hevur heldur ongar viðmerkingar til málið. 

##med3##