Hondbóltur - menn
Tað leikaði hart á í ítróttarhøllini á Skála sunnudagin, tá vestmenningar vóru á vitjan. Vestmenningum tørvar tveir sigrar afturat í ár og fyri teir hevði verið best um sigurin kom til høldar í høllini á Skála, tí so kundu teir taka til takkar við einum sigri antin í dystinum móti H71 ella móti Kyndli.
Men soleiðis skuldi ikki vera og avleiðingin av tí er, at VÍF ikki longur er á fyrsta plássi og at teir nú skulu og mugu vinna báðar dystirnar sum eftir eru í landskappingini, tí málúrtøka teirra ikki er so góð sum tann hjá Neistanum. Og havandi gongdina í meistaradeildini í mansflogbólti í huga, er ikki vist, at tað verður so lætt. So kappingin er aftur púra opin ...
Hví spæla tit ikki altíð so
Spurningarnir til strandingar flugu runt tá dysturin í høllini á Skála seinnapartin sunnudagin var liðugur. Áskoðararnir ? teir vóru um 400 í tali ? høvdu sæð eitt sera nærlagt og stríðsvilja heimalið leggja sera nógv fyri, og tí var ikki so løgið, at spælararnir sluppu at svara spurninginum, hví StÍF ikki altíð spælir, sum teir spældu sunnudagin.
Svarini fara vit ikki at avdúka, men vit kunnu bara staðfesta, at sigurin móti vestmenningum var ruddiliga uppiborin.
Tað vóru nevniliga strandingar, sum frá byrjan løgdu seg á odda og sjálvt um vestmenningar fingu javna og fylgdu við upp til 5-5, ja, so sást rættiliga týðuliga, at tað vóru strandingar sum vóru meira uppsettir, sjálvt um teir ikki hava annað at spæla fyri enn æruna. Men hon hevði nógv at siga sunnudagin.
Veruleikin er, at spælið hjá heimaliðnum hekk nógva ferðir betur saman enn spælið hjá vestmenningum, og tí er neyvan nakar, sum setir spurnartekin við, um sigurin var uppiborin ella ikki.
Álopsspælið riggaði til tíðir sera væl og Artur slapp næstan at gera mál sum honum lysti. Bárður Nielsen í VÍF-málinum náddi ongantíð niður til bóltin, sum Artur ferð eftir ferð smekkaði inn fram við knøunum á VÍF málverjanum.
Og so var tað Marian ...
Í hinum endanum stóð verjan sum ein rættiliga stinnur skansi og tað sjálvt um strandingar gjørdu tvær útskiftingar millum verju og álop. Artur og Costin vóru bara við í álopspartinum og sjálvt um vestmenningar royndu at seta spælið skjótt í gongd aftur, náddu teir ikki at trýsta strandingar, sum arbeiddu stak skjótt.
Aftan fyri verjupartin stóð so helst týdningarmiklasti leikarin á StÍF-liðnum sunnudagin. Enn einaferð vísti málverjin, Marian Cirloganescu, síni kynstur og tað er ikki hissini, hvat hasin maðurin hevur at bjóða.
Til tíðir tóktust vestmenningar heilt ráðaleysir tá teir nærkaðust honum, tí hann tók næstan alt sum kom imóti honum. Tað kundi gera tað sama um teir skutu uppi ella niðri tí hann valadi næstan altíð rætt, og fekk hann ikki fatur á bóltinum, var tað um reppið at hann gjørdi tað.
Tað er einki at dylja yvir, at StÍF-liðið hevði verið munandi veikari, um tað ikki hevði Marian standandi í málinum, og tað er ein fragd at síggja hann spæla.
Vestmenningar hava knívin fyri barkan
Dysturin millum StÍF og VÍF var kanska ikki tann best spældi hondbóltsdysturin, men hann hevði tað í sær, sum ein oddadystur skal hava. Hann var spennandi og nokkso javnur tó at strandingar løgdu seg nøkur mál fram um.
Til tíðir var hann nokk so hart leiktur, men tað var ikki tí, at leikararnir vóru ófantaligir. Teir gjørdu tað dómararnir loyvdu teimum og ikki meira enn tað. Onkuntíð høvdu benkurnir lyndi til at liva í so nógv við í spælinum, men soleiðis er, tá eitt FM-heitið stendur upp á spæl.
Og tað gjørdi tað á Skála, sjálvt um tað ikki sást so væl á spælinum hjá vestmenningum. Teir royndu og til tíðir fleyt spælið rættiliga væl, men so skeiklaðist alt av lagið, kanska tí at verjan hjá strandingum stóð væl og helst eisini tí, at Marian stóð sum ein brandur í málinum.
Lítið er at ivast í, at vestmenningar eru vónbrotnir av úrslitinum, tí teir høvdu sigurin fyri neyðini, skuldu teir kunna leika eitt sindur frítt móti H71 og Kyndli. Hendan møguleikan fáa teir ikki nú, tí nú skulu báðir dystirnir vinnast.
Sær trupult út hjá vestmenningum í løtuni, er minst líka lítið hugaligt hjá Neistanum at hugsa um, hvat teir eiga á. Neistin hevur bara tann eina dystin eftir, men tá hann verður móti StÍF á útivølli, vita teir, hvat bíðar teimum, tí sjálvt um strandingar eru vísir í, at teir enda sum nummar trý, líkamikið um teir vinna ella tapa móti KÍF og Neistanum, so vístu teir í dag, at teir ikki gevast at berjast fyri tað.
Annars kunnu vit til seinast leggja afturat, at Sveinur Justinussen hjá StÍF mátti av vølli, tá bara tveir minuttir vóru leiktir. Hann meiddi sær nøsina so illa, at hann var noyddur at fara til lækna at fáa viðgerð. Málverjin Marian Cirloganescu fekk miðskeiðis í seinna hálvleiki eitt skot beint á munnin og umframt skelkin breyt hann eina tonn. Sjálvt um hann fekk ilt gjørdi rumenin av at vera standandi í málinum, og so mátti tonn vera tonn ...
Men sigurin kostaði ...
Dysturin í tølum:
StÍF ? VÍF 28-23 (14-11):
Málskjúttar:
StÍF: Artur Johansen 9 (4), Costin Dumitrescu 7, Marius Joensen 3, Alexandur Johansen 3, Jón Rasmussen 2, Bent Djurhuus 2, Anfinnur Joensen 1 og André F. Danielsen 1
VÍF: Áki Olsen 6, Rógvi Nielsen 5, Sámal Joensen 4 (1), Ingi Olsen 4, Johnny Joensen 2, Ragnar Zachariasen 1 og Piti Negru 1
Brotskøst: StÍF 5, VÍF 2
Útvísingar: StÍF 2, VÍF 4
Dómarar úr Neistanum/Kyndli: Kristian Johansen og Eyðun Samuelsen