Ein nýggj polarisering

Aftan á fólkatingsvalið 11. mars hava vit fingið eina nýggja polarisering í føroyskum politikki. Annar polurin fevnir um fólkaflokkinum, sambandsflokkin, sjálvstýrisflokkin og tjóðveldisflokkin. Mótpolurin er javnaðarflokkurin einsamallur

Í valstríðnum uppundir fólkatingsvalið gjørdi javnaðarflokkurin fullkomuliga greitt, at hann ikki fór at innlima seg í tingbólkin hjá danska javnaðarflokkinum, og at hann ikki fór at blanda seg í danskan innlendis politikk.

Stórmálini hjá javnaðarflokkinum í valstríðnum annars vóru bankamálið, skuldin til ríkiskassan og ríkisrættarliga støðan. Hetta vóru tey mál, ið javnaðarflokkurin metti, at eitt óheft føroyskt fólkatingsumboð eigur at virka fyri. Vit buðu okkum fram við tí fyri eyga, at ávirka danskar politikarar, soleiðis at hesi stórmál verða loyst á ein fyri føroyingar nøktandi hátt.

Úrslitið av fólkatingsvalinum í Danmark varð, at ein tepur meiriluti av donsku veljarunum ynskti, at stjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen skuldi halda fram. Tá valúrslitið í øllum trimum ríkispørtunum varð samanlagt, gjørdist støðan tann, at fólkatingsumboðið hjá føroyska javnaðarflokkinum kom í eina lyklastøðu. Jóannes Eidesgaard kundi gjørt av, at danir ikki fingu ta stjórn, sum ein meiriluti av donsku veljarunum ynskti.

Tá javnaðarflokkurin valkvøldið segði, at hann ikki fór at fella eina danska javnaðarstjórn, so varð støðan undan valinum um, at vit ikki fóru at blanda okkum í danskan innanlendispolitikk, endurtikin og undirstrikað. Gongdin síðani, eitt nú fundurin millum formannin í danska javnaðarflokkinum og formannin í føroyska javnaðarflokkinum, hevur prógvað, at okkara vallyfti um, at eitt møguligt føroyskt javnaðarumboð á fólkatingi, ikki skuldi limast inn í tingbólkin hjá danska javnaðarflokkinum, verður hildið.

Tá tað var greitt, at stjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen fór at halda fram, segði javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi dagin eftir valið, at fólkatingsumboðið hjá flokkinum við síni óheftu støðu, ikki fór at fela eina sosialdemokratiska stjórn, men at hetta sjálvandi var treytað av, at føroysk áhugamál og føroysk viðurskifti verða viðgjørd og avgreidd á ein virðiligan og nøktandi hátt. Í sama skrivi verður sagt, hvørji tey føroysku áhugamálini eru, og loyvi eg mær orðarætt at endurgeva:

»Føroysk áhugamál í hesum sambandi eru m.a. bankamálið, skuldin til rík-iskassan og ríkisrættarliga støðan. Í bankamálinum verður víst til føroysku støðuna, sum allir flokkar á tingi væntandi fara at taka undir við. Viðvíkjandi skuldini eigur nøktandi avtala at verða gjørd millum danir og føroyingar. Í spurninginum um ríkisrættarligu støðuna skal støðan hjá Føroya Løgtingi virðast«. (Undirstrikingin er gjørd av greinskrivaranum).

Seinasta hósdag var nývalda fólkatingsumboðið hjá javnaðarflokkinum á fundi við Poul Nyrup Rasmussen. Hetta var ein fundur millum formannin í føroyska javnaðarflokkinum og formannin í danska javnaðarflokkinum. Á fundinum varð m.a. greitt frá teimum sjónarmiðum, ið liggja aftan fyri tey krøv, sum nevnd vórðu í tíðindaskrivinum dagin eftir valið.

Endamálið við fundinum var sjálvandi, at fáa danska floksformannin at skilja álvaran í, at føroysk áhugamál og føroysk viðurskifti í framtíðini verða viðgjørd og avgreidd á ein virðiligan og nøktandi hátt. Hetta skal gera tað lættari hjá landsstýrinum at seta seg við samráðingarborðið at tosa um føroysku málini. T.d. bankamálið og spurningin um endurgjaldingina av skuldini til ríkiskassan.

Men hetta hevur lopið øði í borgarligu grindina her heima og í tjóðveldisflokkin. Í útvarpinum seinasta fríggjadag fuku skuldsetingarnar um oyrini á javnaðarflokkinum. Vit høvdu onga heimild at fara á fund við formannin í danska javnaðarflokkinum. Vit høvdu brotið gjørdar føroyskar avtalur í bankamálinum o.s.fr. Hetta er onki uttan orðaskvaldur og møsn.

Tað einasta sum feilar er, at teir nú eru bebbaræddir fyri javnaðarflokkinum, og tí hava teir lagt sjógv ímillum. Teir hava skapt eina polarisering. Nakað annað er, at henda polarisering ger løgtingsvalið nógv lættari fyri veljaran, tí nú stendur tað veljarunum púra greitt hvat teir hava at velja ímillum.

Øðrumegin standa fólkaflokkurin, sambandsflokkurin, sjálvstýrisflokkurin og tjóðveldisflokkurin. Hinumegin er javnaðarflokkurin einsamallur. Tað er sera einfalt!


   Tann 23. mars 1998

   Vilhelm Johannesen