Ein nyggjur maður í nevndina

Limirnir í Havnar Arbeiðsmannafelag fáa endurgjald fyri lønarmissin teir høvdu av 24 tíma arbeiðssteðginum fyrst í januar, tá ið teir mótmæltu fíggjarpolitikkinum hjá Landsstýrinum

Á ársaðalfundinum í Havnar Arbeiðsmannafelag leygardagin varð ein nýggjur nevndarlimur valdur.

Tað er Hans Joensen, sum kom í nevndina fyri

Poul Rufus Danielsen, sum ikki varð stillaður uppaftur, hann er Niðri.

Afturat honum stóð Jan Midjord fyri vali hesuferð og hann varð afturvaldur.

Í nevndina sita sostatt nú Karl Johansen, formaður og Rólant Næs er næstformaður.

Teir tríggir nevndarlimirnir eru Eyðbjørn Jacobsen, Hans Joensen og Jan Midjord.


Formann fyri seg

Annars samtykti aðalfundurin, at broyta formansvalið.

Higartil hevur formaðurin verið valdur beinleiðis á aðalfundinum eftir uppskoti.

Men nú verður formansvalið broytt, so at hereftir skal uppskot til formann vera latið felagnum fyri 1. januar. Aðalfundurin er altíð í januar. Harafturat skulu formansvalevni hava 15 stillarar fyri at kunna stilla upp.


Fáa endurgjald

Eisini samtykti aðalfundurin eina lógarbroyting sum ber í sær, at limirnir í HA fáa lønarmissin í sambandi við 24 tíma arbeiðssteðgin herfyri, endurgoldnan frá felagnum.

Annars hevur verkfallslógin sagt, at limirnir ikki fingið endurgjald frá felagnum tann fyrsta dagin, teir eru í verkfalli.

Tað bleiv broytt til, at

táið arbeiðssteðgur er, kann nevndin taka støðu til at veita limunum endurgjald fyri lønarmissin.

Lógarbroytingin varð samtykt við afturvirkandi kraft so at limirnir fáa endurgjald fyri tað, teir mistu av av leggja arbeiðið niður, tann dagin, fíggjarpolitikkurin varð mótmæltur.