At fara eina ferð inn um gamla jarnteppið, sum í nærum hálva øld skilti heimspart okkara í tvíningar, kundi á mangan hátt roknast at vera ein ferð inn í stívrendu politisku skipanirnar, sum eyðkendu kommunismuna.
Gamaní var Slovenia, sum ferðin gekk til, partur av gamla Jugoslavia, sum við Tito á odda var mest vesturlendska landið av eysturblokkinum. Og gamaní var Slovenia tá eisini tann ríkasti parturin av landinum, men tó skarst ikki burtur hugsanin um, at hetta onkursvegna fór at gerast ein ferð aftur í tíðina. Til eina tíð har materiellu ágóðarnir vóru fáir og lítlir, har fólkið ígjøgnum áratíggjur hevði verið kúgað, og tískil enn ikki hevði eina siðsøguliga mentan, sum kundi verja tann fyri okkum so sjálvsagda rætt at vera eitt serstakt individ í samfelagnum.
Blíðskapur
Kanska júst orsakað av øllum hesum tankum, var tað at koma til sjálvt landið ein kollveltandi uppliving, sum mest sum í einum skúgvaði allar teir fordómar, sum annars vóru í viðførinum, til viks.
Hóast hotellið, sum vit búleikaðust á, ikki taldist millum glæstriligastu gistingarhúsini í heiminum, so kendi tú beinanvegin á atmosferuni, at her var alt, soleiðis sum tað skuldi vera. Einki við at vera noyddur at lata dollarar fara undir borðið, tá okkurt skuldi fáast í lag. Ein fryntligur fyrispurningur um eitthvørt ynski, var mest sum altíð eftirlíkaður, og bar hetta ikki til í spartansku móttøkuni, dugdu fólkini handan diskin altíð at vísa á, hvar ein skuldi venda sær.
Stórfingin náttúra
Nú var ferð okkara liður í altjóða dysti hjá landsliðnum, og tí var uppgáva okkara rættiliga bundin. Fingu tískil ikki høvi at líta okkum somikið nógv í kring, sum vit annars høvdu ætlað. Bóklingurin, sum áðrenn fráferðina úr Føroyum, varð læntur á bókasavninum, hevði annars boðað frá eini stórfingnari náttúru, men hesa fingu vit tíverri ikki tíð at uppliva í fullan mun.
Tó so. Í friðarliga Bled - stutt frá høvuðsstaðnum Ljubljana - høvdu vit onkran fyrrapartin fyri okkum sjálvar, har spákast kundi runt í snotuliga býnum. Vakra vatnið kring Matia-hólmin, var at finna skamt frá hotellinum, og hiðani var lætt at síggja, hví tað júst var her, at Tito plagdi at nýta summarfrítíð sína. Kontrastirnir millum mest sum subtropiska veðurlagið niðri við vatnið og kavaklæddu klørnar á trý-klørna-tindinum vóru stórfingnar. Einki sást til koldálkandi ídnaðarkollveltingina. Og meðan tú friðaliga spákaði fram við vatninum, bar til at ímynda sær, hvussu sosialistiski kommunisturin í sínari tíð nýtti hetta stað at savna sær megi til at loysa allar teir innanhýsis trupulleikar, sum eisini tá vóru í landi hansara. Trupulleikar, sum at enda syndraðu landið í fleiri partar.
Mentanin
Sum nevnt omanfyri, so kendi ferðamaðurin seg alt fyri eitt væl á staðnum, og í teirri atmosferu, sum har valdaði.
Lítið og einki var at síggja til stívrenda ræðslu-/einaræðis-valdið, sum annars í so stóran mun eyðkendi allan eysturblokkin. Skrivstovuveldið, sum í eitt nú Russlandi hevur viðført, at mest sum allar funktiónir skulu eftirkannast av fleiri persónum, sást einki til. Tvørturímóti blómaði býurin við hópum av smærri handlum, hugnaligum caféum og størri og minni matstovum. Eitt sjónligt tekin um eina blómandi smávinnu, og hetta tóktist eisini vera viðvirkandi til, at einki sást til hvørki fátækradømi ella korruptión.
At eta er at liva
Tá ferðast verður til onnur lond, er tað aloftast mentan, vinnulív ella landslag, sum hugtaka mest, men umframt alt hetta, sum so avgjørt eisini setti sínar varðar í minninum, so var eisini ein partur av livimátanum, sum enn stendur rimmarfastur í minninum. Matmentanin.
Ivaleyst hoyrir útsendi tykkara millum teirra, sum hava serligan alsk til mat. Hevur hug at royna tey ymsu lokalu sereyðkennini, og tí vóru vónirnar um hetta ikki so stórar, eftir at hava lisið faldaran frá politikken. Hesin lýsti nevnliga ikki kulinarisku vanarnir hjá slovenum sum nakað spennandi spennandi. Hvar høvundarnir til bókina hava ferðast, tá teir hava savnað tilfarið saman, er ikki gott at vita, men í øllum førum hevur tað ikki verið á somu matstovum, sum føroysku miðlarnir vóru á.
At kalla borðini fyri rúgvusmikil er ein undirmetan av teimum heilt stóru. Bara forrættirnir líktust einari búrmáltíð, og áðrenn farast kundi til ovurstóru høvuðsmáltíðirnar, skuldi magin fyrst royna at gloypa nøkrum suppum, onkrum breyðum og kanska eisini onkrari salat. Sjálvur høvuðsrætturin kundi vera eitt nú svína-, lambs, kálva- ella oksakjøt, sum alt stóð á borðinum, og mín sann um hetta ikki eisini fevndi um eina dunnu ta einu ferðina.
Afturat øllum hesum skulu vælsmakkandi dessertirnar eisini roknast, umframt at Slovenia eisini hevur eina frálíka vín- og ølmentan.
Sjálvandi er matur ikki tað, sum er høvuðsendamálið við eini frítíðarferð. Hinvegin kann hetta tíðum vera við til at skapa eitt serstakt huglag, sum kann gera upplivingina á ferðini størri.
Matur ella ikki, so gav hendan ferðin okkum enn eina stóra uppliving, og verður sæð burtur frá greiða tapinum hjá fótbóltslandsliði okkara, so var talan uttan iva um eina ta bestu landsliðsferðina, sum hevur verið.