Ein persónur á sjúkrahús eftir ferðsluóhapp

Klokkan hálgvum seks í gjár var eitt ferðsluóhapp á Valbastaðhálsi

Beint fyri klokkan 17:30 hendi eitt ferðsluóhapp á landsvegnum millum Velbastaðháls og omankoyringina til Velbastað. Ein bilur blinkaði og koyrdi inn til síðuna. Fleiri bilar koyrdu aftanfyri – og tveir teirra koyrdu út um steðgaða bilin. Men tann triði bilurin varnaðist ikki bilin, sum stóð stillur, og rendi í reyvina á honum. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at hesin bilurin koyrdi rímuliga skjótt, so tað var eitt ógvusligt áhapp. 

Løgregla og sjúkrabilur komu á staðið, og ein persónur í ákoyrda bilinum fór á Landssjúkrahúsið. 

Vaktleiðarin sigur, at tað var illfýsið og keðiligt veður.

Bilarnir fóru rættiliga illa og máttu flytast av staðnum.