Talgilda verkætlanin hjá Heilsuverkinum verður boðin út

Heilsuverkið fer nú at bjóða út arbeiðið at veita eina felags, nútímans og integreraða heilsuloysn, sum skal nýtast á øllum stovnum í heilsuverkinum, apoteksverkinum og í eldraøkinum

Loysnin skal tryggja betri skráseting, dátutrygd og góðar arbeiðsgongdir. Eisini skal hon gera tað lættari at flyta dátur millum Føroyar og Danmark, tá sjúklingar fáa viðgerð í danska heilsuverkinum.

 

Heilsustarvsfólk hava havt ein týðandi leiklut í at áseta faklig krøv og arbeiðsgongdir, so tryggjað verður, at loysnin svarar til veruligan tørv.

 

Nýggja loysnin verður ein felags talgildur pallur, sum styrkir samstarv millum sjúkrahúsverkið, kommunulæknar, eldraøkið og apoteksverkið, betrar dátudeiling og stuðlar undir vaksandi tørvinum á talgilding. Hetta er ikki bara ein útskifting av verandi skipanum, men byrjanin til eina meira samanhangandi og framtíðartryggjaða talgilding av heilsuverkinum – við borgaranum í miðdeplinum.