Tað gongur av skriðuni hjá Javnaðarflokkinum í veljarakanningum – kanska ikki so løgið, vilja fleiri siga, tí flokkurin hevur slept fleiri av vallyftinum. Tað dámar eftir øllum at døma ikki veljarunum.
Og meðan flokkurin nú situr – hálaður av Framsókn – og arbeiðir fyri at hækka pensjónsaldurin nógv skjótari enn tað, sum longu varð samtykt í gjaldandi lóg um fólkapensjón, so fær flokkurin tað ringasta úrslitið í eini veljarakanning nakrantíð.
Tí í veljarakannignini, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin, fær Javnaðarflokkurin bara 12,4 prosent. Tað er nógv verri enn katastrofuvalið hjá flokkinum í 1994, tá flokkurin fór úr 27,5 prosentum niður í 15,3 prosent. Tað líkjast meira fyrsta valúrslitinum hjá flokkinum, tá hann varð valdur á ting í 1928. Tá fekk flokkurin 10,6 prosent.
Lyftið um at stytta arbeiðsvikuna við lóg er slept, og lyftið um yvirskot á Løgtingsfíggjarlógini er eisini horvið sum døgg fyri sól.
Tað er Fólkaflokkurin sum fer við øllum í veljarakanningini.
##med2##
##med3##
Hann fær 37,3 prosent og 13 tingfólk. Á seinasta løgtingsvali fekk Fólkaflokkurin 18,9 prosent.
Javnaðarflokkurin, sum fekk 26,6 prosent á valinum, tódnar nú niður á 12,4. Ein afturgongd upp á 14,2 prosent. Hann fer úr 9 tingfólkum niður í 4. So fá tingfólk hevur Javnaðarflokkin ikki havt síðani 1932.
Sambandsflokkurin knúgvar seg eitt lítið sindur fram, men fær so at siga einki burtur úr niðurbræðingini hjá Javnaðarflokkinum. Tjóðveldi gongur eitt vet aftur, men bæði Sambandsflokkurin og Tjóðveldi varðveita sítt tingfólkatal.
Framsókn missi nógv í kanningini og fær bara eitt tigfólk. Miðflokkurin stendur í stað, og Sjálvstýrið kemur heldur ikki inn hesaferð.
Tað stutta av tí langa er, at Fólkaflokkurin etur 5 tingfólk frá Javnaðarflokkinum og 2 frá Framsókn meðan Sambandsflokkurin, Tjóðveldi og Miðflokkurin standa í stað.












