Nú hitt almenna yvirtekur Smyril Line, verður boðað frá, at Norrøna skal gevast at sigla til Noregs og Skotlands. Frameftir skal skipið einans sigla beinleiðis til Íslands umvegis Havnina, heldur enn at bróta íslandsferðina av við einum avstingara til Bergens.
Umframt hendan túrin, sum helst er ætlaður at flyta danskarar og suðureuropearar beinleiðis til Íslands, skal skipið gera ein túr bert millum Føroyar og Danmark. Men hesum túrinum koma fyrst og fremst føroyingar at gera nýtslu av.
Nú Noregs- og Skotlandstúrarnir falla burtur, síggja vit sjálvsagt ikki ferðafólk úr hesum londunum í egnum bili aftur í Føroyum, og tað verður eitt stórt afturstig.
Men tað, sum verður til uppaftur størri skaða fyri føroysku incoming ferðavinnuna, er, at fjøldin av gestum frá europeiska meginlandinum, sum vitjaðu Føroyar á ferðini til Íslands ella á veg heimaftur, nú verða burtur, tí tey eftir nýggju ferðaætlanini fara at gera ferðina til Íslands uttan at steðga á í Føroyum.
Ringast fyri veitarar á bygd
Eftir gomlu ferðaætlanini vóru allir útlendingar, sum fóru til Íslands við egnum bili, tvingaðir at gista, eta og gera útferðir í Føroyum í tveir ella tríggjar dagar, meðan bíðað varð eftir skipinum. Danir og suðureuropearar, sum komu yvir Danmark, máttu búleikast her frá mánadegi til mikudag, meðan skipið fór til Noregs, og norðmenn, svenskarar og onnur, ið komu yvir Bergen, noyddust at bíða her á heimferðini frá fríggjadegi til mánadag, meðan skipið var í Danmark.
Tá slapp eingin útlendingur undan at ferðast í Føroyum á íslandsferðini, mótsatt nýggju ætlanini, nú útlendsku íslandsfararnir einans koma at síggja Føroyar frá bátadekkinum á Norrønu.
Sostatt høggur almenna felagið við einum høggi av alt tað, sum uppbygt er seinastu 30 árini, hvat føroyskari incoming ferðavinnu viðvíkjur, tá umræður útlendsk ferða-fólk í egnum bili!
Og av tí tey vóru í egnum bili, vitjaðu flestu teirra heldur á bygd enn í bý, og tí fer tjóðartøkan av skipinum at svíða fastast hjá teimum við veitingartiltøkum á bygd.
Tað er harmuligt, tí nógvar smáfyritøkur og einstaklingar á bygd hava brúkt tíð, kreftir og pengar at byggja upp eitthvørt veitingartiltak, sum nú tykist fara fyri bakka!
Men øllum hesum hevur stjórin í Samvit greitt frá í fjølmiðlunum, so tað politiska tiltaki viðvíkjandi Norrønu varð alt gjørt vitandi um viðurskiftini.
Ætlar hitt almenna at seta nakað í staðin?
Spurningurin er nú, um hitt almenna – løgting og landsstýri – bert vil bróta niður, tað sum ferðavinnan við tógvið stríð í langar tíðir hevur uppbygt, ella tey hava nakað annað eins gott og gevandi at seta í staðin.
Hevur politiska systemið ikki tað, má marknaðarføringin av Føroyum sum ferðamál púrasta umleggjast beinanvegin!
Skal skaðin, sum almenna átakið viðførir, bert partvís bøtast, verður neyðugt bæði við skjótum og dýrum søluframtøkum!
Í fyrsta lagi skulu suðureuropearar, ið ferðast norðureftir í egnum bili, sannførast um, at Føroyar í sjálvum sær eru verdar at vitja. Tey skulu heldur velja sær Føroyar burturav enn at fara longu leiðina heilt til Íslands. Tað skal verða nýggi boðskapurin!
Í øðrum lagi skulu tey, sum kortini fara til Íslands, fáast at steðga á í Føroyum – antin á út- ella heimferðini - meðan Norrøna ger eykatúrin til Danmarkar.
Tað, sum tey áður vórðu tvingaði til, skal søluarbeiði nú fáa tey at velja av fríum vilja!
Munandi meirjáttan skal til!
Men her skulu stórsligin átøk til. Og hesi átøk krevja miklan pening og stórt arbeiði!
So spurningurin verður, hvørt landsmynduleikarnir vilja síggja skaðan, tjóðartikna reiðaríið ger, og um tey vilja ganga í seg sjálvan hesum viðvíkjandi.
Tí! Skal skaðin bert smávegis afturbøtast, má fíggjarlógin fyri 2009 meirjátta ferðavinnuni munandi upphæddir til marknaðarføring av Føroyum sambært nýggju ferðaætlanini hjá nú almenna ferðamannaskipinum!