Tað var klokkan gott átta í gjárkvøldið, at Teistin bar við land, tá hann skuldi leggja at á Gomlu Rætt. Teistin hevur tveir azimuttar, tað eru motorar sum snara runt sum ein páhangsmotorur, sum bæði er skrúva og róður. Tá annar av hesum ikki riggaði, tá skipið skuldi leggjast at, fekk skiparin ikki stýrt sum hann skuldi, og tí bar skipið við land.
Tá info var á staðnum í gjárkvøldið var froskmaður niðri og kannaði skaðan, og hann kundi staðfesta, at ein riva upp á eina lítla sponn var komin á kúlustevnið, og at sjógvur lak inn.
Erlendur Simonsen, skipari, sigur við útvarpið at eingin vandi er á ferð, tí at tað er ein lukkaður tangi, sum vatn lekur inn í. Men at skipið má takast upp fyri at umvæla skaðan. Skipið verður siglt til Havnar í morgun.
Umframt at umvæla skaðan, so skal tað tekniska eisini kannast, segði Erlendur Simonsen við útvarpið, eisini tekniska útgerðin sum sveik í gjárkøvldið og var atvoldin til skaðan.
Hann segði, at tá teir skuldu leggja at, so aktaði skipið ikki, men snaraði 90 stig í stýriborð, og at tað var um reppið, at teir ikki sigldu á ein alibát.
Fyribils er Jósup settur í sandoyarsiglingina. Men Jósup tekur ikki bilar, og tí kann roknast við, at nólsoyarskipið Ternan fer at røkja siglingina, og so hava nólsoyingar trupulleikan. Enn er ikki greitt, hvussu langa tíð umvælingin fer at taka.
Vit venda aftur til málið.