Tað var í juni í 2019, at Fiskastykkið læt upp í ovasta pakkhúsbygninginum Úti á Gjógv í Sandavági. Umframt, at her er sera hugnaligt, rúmligt og barnavinarligt, er eisini atkomandi hjá fólki í koyristóli.
Á hugnaligu kafé’ini eru 65 sitipláss, og tískil eru hølini eisini vælegnaði til bólkatiltøk. Nú jólini nærkast, hevur verið skipað fyri onkrari konsert, og her hava eisini verið tríggjar jólaverkstovur.
Tað merkist, at vit eru komin inn í desember, tí heilt fram til 20. desember verður Fiskastykkið eisini karmur um forvitnisliga jólasølu.
Í gamla pakkhúsbygninginum hava fleiri listafólk - kend og minni kend - ymiskt, sum tey selja, og her luttekur eisini Falkvard Kaffi við ymiskum sløgum av hágóðsku kaffi.
Tað var Lina Hanssen, sum stóð fyri jólaverkstovunum, og hon er við á jólasøluni við jóladekoratiónum við mosa úr haganum, greinum úr viðarlundini og tara úr bátahylinum - alt úr Sandavági.
Ymiskir listahandverkarar hava lutir á jólasøluni á Fiskastykkinum, og her er mangt og hvat, sum kann keypast til eina góða og øðrvísi jólagávu.
Her er trælistamaðurin, Ole Jakob Nielsen úr Leynum, sum eisini hevur prýtt kafé’ina við sínum flottu trælampum, og her eru einfaldar og handgjørdar smúkkur úr føroyskum seyðahorni, sum Alia Gurli ger.
Leirlistakvinnan, Guðrið Poulsen, er við koppum, skálum og øðrum úr leiri, og her er Minna Holler Thomassen, sum ger viskustykki í ymiskum vøkrum litum.
Ruth á Plógv selur heimagjørdar sápur, shampo, varrakrem og rósukrem úr náttúrligum rávørum.
Fiskastykkið í Sandavági hevur opið hvønn dag í viku, undantikið mánadag og týsdag. Opið er frá klokkan 10 til 18 frá mikudegi til og við leygardag, og sunnudag er opið frá klokkan 12 til 18.
##med2##