Somuleiðis hava myrku sosialistisku kreftirnar í Føroyum, eftir øllum at døma, samtykt ein internetskatt - tó at eingin tílíkur skattur í veruleikanum er til í Føroyum. Kringvarpsgjaldið, sum HUXA sipar til, er fyrst og fremst til orsakað av Fólkaflokkinum. Javnaðarflokkurin hevur leingi verið fyri, at kringvarpsgjaldið skal leggjast um til ein veruligan skatt, so at tað verður samhaldsfast og soleiðis ikki rakar t.d. lesandi.?
Tað sama ger seg galdandi, tá tað kemur til flest allar ætlanir, sum veruliga vilja broyta samfelagið til tað betra. Um tú vil avtaka studningin til fiskivinnuna, sum avlagar alt føroyska vinnulívið, við at geva fiskivinnuni serstakliga óhepnar fyrimunir, so er tað Fólkaflokkurin, sum forðar fyri hesum. Vilt tú steðga við at geva reiðarum ókeypis fiskiloyvi, ið teir enntá kunnu selja øðrum við stórum vinningi? Fólkaflokkurin er ímóti tí. Skattareform, so at skipanin er meira rættvís? Veruligan grønan politikk? Kommunureform? Skúlareform? Fólkaflokkurin er ímóti tí.?
Einum hevur HUXA tó rætt í. Politikkurin hjá ABC samgonguni hevur ikki verið tann besti vit hava sæð. Javnaðarflokkurin kann og skal gera meira fyri at broyta støðuna. Fólkaflokkurin hvørki kann ella vil.