Onkur ríggin serskøltur hevur kanska hoyrt navnið fyrr, men tey flestu munnu ivaleyst halda, at talan er um okkurt slag av írskum øli. Neyvan man nøkur pera heldur fara at glimma, tá sagt verður, at Loreena McKennitt er eitt av heimsins virðiligastu nøvnum í keltiskum/eklektiskum tónleiki.
Loreena McKennitt er ein fimmti ára gomul reyðhærd genta úr Kanada. Hóast hon er úr Kanada, letur hon ongan iva vera um, at hon er av írskum-skotskum uppruna.
Hon hevur eitt skarpleitt andlitsbragd, lýsandi bleika húð og grá eygu. Hon hevur eina erpna men beina nøs, jøvn kvinnulig kjálkabein, tunnar eygnabrýr, og sjálvt um hon altíð hevur ývnan og stóran frunt, hevur hon eina høga írska pannu inni undir. Hon hevur 7 tónleikaútgávur á baki umframt tvær livandi fløgur og eina dvd. Men hóast hon hevur havt eina drúgva tónleikakarrieru, ið byrjaði í 1985, hevur hon havt eina trygga framgongd øll árini.
Fyrsta apríl var hon í Keypmannahavn har hon skuldi framføra í stóra Falconersalinum á Fredriksberg. Eg hitti hana nakrar tímar undan framførsluni.
Loreena um seg sjálva
Hvør er Loreena McKennitt, og hvussu vilt tú lýsa tín egna tónleik fyri einum, ið ikki kennir teg?
– Eg vil siga, at eg eri ein pílagrímur, eins og øll eru pílagrímar á tann hátt, at vit nýta tey amboð og tær gávur vit hava til at ferðast í gjøgnum lívið, og øll royna vit sum frægast at draga ta meiningina vit kunnu burturúr tí. Tá eg hyggi at tí eg geri og tí eg havi gjørt, síggi eg, at eg havi heilt víst brúkt mínar egnu gávur og mína karrieru sum ein persónligan rannsakanarmiðil til at granska í teimum tingunum, ið eg haldi vera áhugaverd. Hetta eru ofta heilt grundleggjandi spurningar, sum hvat fær klótuna at mala, og hvat drívur okkum menniskju. Og eg haldi, at tað er undurfult at hava møguleikan til at nýta tónleikin, granskingina og ferðingina til at royna at kanna hesar spurningarnar. Tá eg so taki alt hetta aftur til tónleikin hjá mær og geri mínar upptøkur, so er úrslitið ofta at samanlíkna við eina ferðadagbók, ella ein skjalfesting av míni pílagrímsferð. Tað verður ofta sagt um mín tónleik, at tað er alheimstónleikur (world music) tí hann hevur íblástur úr so nógvum ymsum heimshornum, men hetta er eitt so ótrúliga breitt hugtak. Eg plagi sjálv at kalla tað ferðatónleikur (travel music).
Pápi tín var fenaðarsølumaður, mamma tín var sjúkrasystir og tú vaks upp á einum bóndagarði í lítlu bygdini Manitoba í Kanada, men hvussu bar tað til, at tað júst var tann keltiski tónleikurin, ið gjørdist títt kall, og hvussu hendi tað?
– Tað var nokk heldur tann keltiski tónleikurin, ið fann meg, enn eg hann. Eg sang í kóri og gekk til klavertímar sum smágenta, og tá eg bleiv eldri kom eg í samband við eitt livandi fólkatónleikaumhvørvi í Winnipeg, har eg gjørdist hugtikin av keltiskum og serstakliga traditionellum írskum, enskum og skotskum fólkatónleiki. Tað var næstan sum kærleiki við fyrsta eygnakasti, og eg varð beinanvegin drigin at hesum tónleikinum sum um hann var ein partur av mær og eg ein partur av honum, og tað hevði ikki so nógv at gera við tað, at eg sjálv eri av írsk-skotskum uppruna. Serstakliga var tað tónleikurin hjá bretska hørpuleikaranum Alan Stivell, sum dró meg. – Veit ikki um hann framførir longur. Eg keypti mær seinni eina brúkta hørpu, tá eg var í London einaferð í 1982, og so hevði eg so at siga gjørt mær eitt tónlistarligt“ image“. Fyrsta útgávan kom so trý ár seinni, tá eg hevði lært meg nøkulunda at spæla á hørpuna, men eg haldi ikki, at eg dugi so væl at spæla í dag, sum eg hevði ynskt mær.
Eg havi havt sera ringt við at kategorisera mín tónleik og at seta hann í ein ávísan bás, kanska serliga tí at íblásturin er so ymiskur. Fólk spyrja meg t.d., hvussu tað ber til, at eg fáist við keltiskan tónleik, tá eg komi úr Kanada, men sum keltiskur tilflytari í einum fleirmentanarligum samfelag, kennir ein eisini ein ávísan tørv á at kenna sínar egnu røtur, serliga tá tær vísa seg at vera aldargamlar.
Tá eg var yngri trúði eg, at keltarnir bara vóru ein vitleysur anarkistiskur hópur úr Skotlandi og Írlandi, men seinni lærdi eg so, at teir tvørturímóti vóru ein rúgva av blandaðum ættarbólkum, ið komu úr Mið- og Eysturevropu fyri eini 2500 árum síðani. Og upp gjøgnum øldirnar hava keltarnir so flutt seg – umframt eisini at verða trýstir av rómverjum – upp gjøgnum Evropa heilt út til evropeisku vesturstrendurnar. Teir høvdu við sær ein ómetaliga stóran mentanarligan dýrgrip av tónleiki, heimspeki, vísind, søgum og øðrum, ið teir hava sátt inn í mentaninar, ið teir komu fram á á ferðini. Og hesin ávøksturin kann so síggjast aftur ymsastaðni, um ein bert tímir at leita.
Loreena um andaligan tørv
Ert tú ein religiøsur persónur?
- Eg fór seint í song í gjár, og kom ikki upp fyri enn klokkan gott tíggju í morgun, sum er stór skomm í mínari verð. Men eg fór so út at ganga mær ein túr, og tá eg hoyrdi kirkjuklokkurnar ringja, hugsaði eg , at eg skuldi fara í kirkju. Eg plagi at fara í kirkju av og á, og eg royni altíð at fara til allar tær religiøsu seremoniirnar og messurnar, sum eg komi fram á, tá eg ferðist.
Eg havi stóra virðing fyri øllum heimsins religiónum og religiónshugtakinum í heila tikið, og tí er spiritualitetur og tað andaliga ein stórur partur av tónleikinum hjá mær. Eg haldi, at vit menniskju hava ein frumbornan tørv á at vera andaliga gáin og hugfangaði, men sum øldirnar og túsundárini eru runnin er religiónin vorðin ein síðuúrdráttur av hesum andaliga frumtørvinum. Religiónirnar eru í flestum førum eisini vorðnar politiskt sporaðar, og í so máta er tað ikki heilt rætt at siga, at eg eri ein serstakliga religiøsur persónur, men eg havi í øllum førum ein stóran áhuga og eina stóra virðing fyri hesum andaliga tørvinum, ið vit øll hava.
Hvør er drívmegin hjá tær sum listafólk, sum hevur gjørt, at tú hevur fingist við hetta øll hesi mongu árini?
– Eg spyrji ofta meg sjálvan handan sama spurningin, tí tá eg vaks upp ætlaði eg mær so avgjørt at gerast djóralækni. Eg droymdi ongantíð um at gerast songkvinna, og eg hevði als ongan hug at gerast kend – og tað havi eg heldur ikki havt síðani. Tað, at ein hevur eitt kent andlit, er heilt einfalt nakað, ið er komið av sær sjálvum, meðan eg havi roynt at givið fólki mín tónleik.
Eg havi altíð elskað tónleik, og eg havi altíð verið innblandað í tónleikin, men mentalt havi eg so at siga altíð havt eina armslongd av frástøðu frá míni tónleikakarrieru, tí eg upprunaliga ongantíð ætlaði at gerast kend í einum slíkum samanhangi.
Tá eg vakni um morgunin, hugsi eg ikki, at eg havi eitt stórt navn sum so – eg eri sjálvandi takksom fyri, at eg eri komin so langt – men eg hugsi heldur um, hvussu eg fái brúkt tær gávur eg havi til at hjálpa so nógvum fólki sum gjørligt. Eg haldi, at eg eri heppin at vera so væl stødd at hava so nógvar resursur av øllum møguligum slagi at geva av, og at eg kann vera hjálpsom samstundis sum at halda áfram við at víðka mín egna andaliga sjónarring og mína egnu persónligu sjálvmenning.
Eg kundi eins væl sungið um okkurt heilt annað – hattar ella stólar t.d., men eg havi so rættiliga tíðliga í mínum lívi gjørt eitt óætlað val at nýta søguna hjá keltunum og tann keltiska tónleikin sum miðil fyri tí eg havi at bera fram. Men hóast hetta, havi eg ongantíð latið meg avmarka ella stýrt av hesum valinum eg havi gjørt, tí tann keltiska sjangran ella tann keltiski vegurin greinar seg út í so mong evni og temu, ið fanga mín áhuga, at eg altíð fari at hava eitt hav av møguleikum á míni ferð. Men harafturat skal so sigast, at hóast eg havi valt keltisku ferðina, vil eg vil ikki fráræna mær sjálvum møguleikan til at gerast hugtikin av heilt øðrum tingum, alt frá griskari mytologi til klassiskan skaldskap í bundnum og óbundnum máli – tí sum kinverski heimspekingurin, Lao Tzu segði: ”Ein sannur ferðandi hevur onga ferðaætlan, og hann hevur ikki komuna í huga.”
Sufistarnir høvdu eitt hugtak um at ”pussa sín sálarspegil”, og her haldi eg, at mín rødd verður tann pussandi ímyndin, sum er amboðið, ið hjálpir einum at úttrykkja tað, ið er mær ógvuliga íborið og grundleggjandi, og eg haldi, at júst hetta er ein partur av styrkini í tí, sum eg geri. Tú roynir ikki at hava nakrar forðingar ella nøkur mørk. Tú letur hurðarnar upp á víðan vegg og gevur soleiðis sálini frítt at fara.
Loreena um Føroyar
So eg skal skilja tað, sum at tað ikki bert er geografiska spennið á keltisku útflytanarleiðini, ið er eitt áhugavert ferðamál hjá tær? – kundi tú hugsað tær at komið til Føroya?
– Nei, slett ikki. At ferðast hevur alt at siga fyri meg, og eg eri sjálvandi áhugað í øllum heimsins mentanum, men har eru tó heimspartar, ið eg ikki havi givið mær so góðar stundir til enn, sum India, Mið- og Suðurafrika og Suðuramerika, men tað er sjálvandi vónleyst at seta sær fyri at granska í øllum heimsins mentanum, tí tað nær ein jú ongantíð. Men har eru jú so mong spennandi ljóðføri, ið ein kemur fram á, sum ein kundi hugsað sær at vovið inn í tónleikin. Til dømis ætlaði eg at hava eina sokallaða ”mongolska rossahøvdafiól” við á seinastu útgávuni, An Ancient Muse, tí eg bleiv heilt forelskað, tá eg hoyrdi ein gamlan mann spæla á hetta undurfulla ljóðførið, tá eg var í Mongoliu herfyri, men hetta fingu vit tíverri ikki tíð til at gera til tá samanumkom.
Eg kundi so væl hugsað mær at komið til Føroya at vitja og at uppliva fólkið, sum búleikast har.Tað at møta fólkunum er ofta meginparturin av njótilsinum á eini konsertferð. Vit í bólkinum hava akkurát tosað um hatta, tí at ofta er tað soleiðis, at tá vit eru á konsertferð hava vit sjáldan tíð til at hyggja okkum um og at hitta fólkið, men vit fara at royna at fáa okkum eitt sindur av frítíð til at hyggja okkum um, har vit eru.
Men um eg einaferð komi til Føroya eri eg vís í, at eg fari at taka okkurt heim við mær aftur. Eg skilji, at tann føroyski upprunatónleikurin ikki hevur instrumentir, ið eg kann taka við mær, annað enn rødd og rútmu. Men eg eri vís í, at kvæðaløgini tú tosar um eru áhugaverd og vøkur. Eg síggi Føroyar sum eina nýggja spennandi óopnaða hurð á míni ferð, og kanska er tað eisini ein av teimum heilt týdningarmiklu, hvør veit. Eg veit ikki so nógv um Føroyar enn, men tað, sum tú fortelur mær ljóðar sera spennandi.
Latið ikki føroyska dansin doyggja út!
Tað er ein ófyrigevilig synd at lata ein aldargamlan mentanararv forfarast, og serstakliga, um hann er so einastandandi og sermerktur sum tann føroyski, men soleiðis er gongdin ofta, tá gomul ættarlið verða avloyst av nýggjum. Gamlir siðir verða antin latnir í nýggjan ham, ella tveittir burtur, tí teir vera hildnir at vera avoldaðir, og hetta seinna vísir seg tíverri alt ov ofta at vera lættara loysnin.
Men tað er í grundini løgið, tí eg veit, at í Onglandi hava gamlir mentanarsiðir og gamal tónleikur ofta ringt við at verða varðveittir, ímeðan írar hálova teirri serírsku mentanini sum ongantíð fyrr. Har er sjálv mentanin ein vøra, sum beinleiðis verður útflutt. Allur heimurin syngur írskar drykkjuvísur, og allir heimsins stórbýir hava írskar pubbar. Tað er áhugavert at síggja, hvussu summi lond varðveita ein mentanararv, ímeðan onnur bara lata hann doyggja. Ofta sær tað út til, at tað er ein mentanarlig undirlutakensla, ið ger seg galdandi í eini alheimsgerð, har ein dag og dagliga sær so nógv fremmant mentanartilfar. Globali tónleikaídnaðurin hevur jú skapt eina kommersiella strada av lokkandi jetset-mentan, ið nýggju ættarliðini eyðvitað halda vera tann einasta mentanin, ið er nakað verd, og at alt annað tískil má vera útgingið og avlagt.
Eitt nú tykist tað næstan sum um, at tann lokali tónleikurin má vera ein partur av tí livandi vevnaðinum í eini mentan, um hann skal hava nakra vón um at verða varðveittur.
Hørpuríma og The Bonny Swans
Vit tosa eitt sindur aftur og fram um Føroyar, mentanarvirði og alheimsgerð, og eg greiði henni frá, at hon hevur góðar orsøkir til at seta granskingarluppin á Føroyar og Norðurlond, tí vit her norðuri eru ikki heilt óviðkomandi tá talan er um keltisk eyðkenni í ævintýrum, vísum, kvæðum og sagnum. Og onkustaðni er líkleikin enntá ræðandi stórur.
Eitt av kendastu løgunum hjá Loreenu er “The Bonnie Swans” av útgávuni The Mask and the mirror frá 1994. Lagið er ein stytt tulking av einum aldargomlum fápli, ið Loreena kom fram á, tá hon granskaði tey gitnu einhyrningamyndateppini (the unicorn tapestries), ið eru vovin meisataraverk úr miðaldarbretlandi, har kristinsøgan er samanbregdað við eldri heidnari ikonografi og myndamáli. Her er ein ørgrynna av gátuførdum søgum og myndaevnum, millum aðrar henda undranarverda og ikki sørt myrka søgan um tríggjar systrar, har ein av teimum eldru druknar ta yngstu í øvund. Henda yngsta systurin verður so umskapað til ein svana, sum í vesturevropeiskari miðaldarmentan ímyndar deyðan. Líkið av gentuni verður síðani gjørt til eina hørpu, sum í elligomlum keltiskum myndamáli ímyndar sálina og hitt æviga lívið hjá sálini. Í søguni kemur harpan síðani fram fyri faðirin, har hon við tónum sínum avdúkar morðið, ið er framt.
Í Føroyum og í fleiri av hinum Norðanlondunum hava vit Hørpurímu (eisini stavað Harpuríma), sum er eitt stutt kvæði við ókendum uppruna. Hørpuríma snýr seg eisini um eina eldri systur, sum í øvundsjúku letur ta yngru drukna. Tveir vallarar finna líkið av gentuni og gera eina hørpu úr tí. Teir fara so beint í brúðarhúsið hjá teirri eldru systrini, har hørpan eisini avdúkar alla illgerðina.
Loreena tykist at vera sera hugtikin av hesi óvæntaðu samanrenning, og sigur, at hon ætlar sær avgjørt at kanna hetta nærri.
Við mær havi eg fingið ymiskt tilfar um Føroyar at geva henni, saman við nøkrum útvaldum føroyskum fløgum, ið hon takkar so miriliga fyri. Eg havi eisini tikið eitt heimskort við mær, men tíverri eru Føroyar ikki við á hesum kortinum, so eg verði noyddur at tekna ein lítlan svartan prikk á næsta ferðamálið hjá Loreenu McKennitt.
Eg síggi, at klokkan er nú vorðin meira enn vit høvdu ætlað, og um Loreena skal fáa sín vanliga rennitúr áðrenn konsertina, verði eg noyddur til at sleppa henni nú.
Eg takki henni fyri prátið og vóni at eg ikki havi overvað hana við reypi og stórtosi um eitt land, sum nóg illa sleppur við á heimskortið.
(Lesið eisini ummælið av konsert við Lereenu McKennitt í Sosialinum mánadaagin.)
---------------
Útgávur hjá Loreenu McKennitt:
Elemental (Quinlan Road, 1985)
To Drive the Cold Winter Away (Quinlan Road, 1987)
Parallel Dreams (Quinlan Road, 1989)
The Visit (Quinlan Road, 1991)
The Mask and the Mirror (Quinlan Road, 1994)
A Winter Garden: Five Songs for the Season (Quinlan Road, 1995)
The Book of Secrets (Quinlan Road, 1997)
Live in Paris and Toronto (Quinlan Road, 1999)
An Ancient Muse (Quinlan Road, 2006)
Nights from the Alhambra (Quinlan Road, 2006)
Kring allan heimin eru tilsamans eru seld yvir 13 milliónir eintøk av sjey studioútgávum, tveimum liveupptøkum og eini live dvd.
Heiðursbrøv og Virðislønir:
Juno Award, Best Roots/Traditional Album 1992, fyri The Visit
Juno Award, Best Roots/Traditional Album 1994, fyri The Mask and the Mirror
Billboard International Achievement Award 1997
Headline performer fyri HH Drotning Elizabeth II og Philipi Prinsi, The Golden Jubilee Celebrations, Manitoba, 2002
Heiðursdoktari í bókmentum, Wilfried Laurier University, 2002
Order of Manitoba, 2003
Limur of the Order of Canada, 2004
Heiðursdoktari í løgfrøði, University of Manitoba, 2005
Kanadiskur Sendiharri, Hans Christian Andersen Bicentennary, 2005
Heiðursdoktari í løgfrøði, Queens University, 2005
--------------
Loreena McKennitt og Jóannes Lamhauge í Rás 2
Í Rás 2 hjá Miðlavarpinum mánadagin 10. des. kl.11.00 ber til at hoyra tónleik hjá Loreenu McKennitt, umframt brot úr samrøðuni við hana. Heri Simonsen tosar við Jóannes Lamhauge, sum var til konsert við kanadisku songkvinnuni í Keypmannhavn fyrr í ár. Nú ber eisini til at keypa tónleikin hjá Loreenu McKennitt í teimum størru fløguhandlunum í Føroyum.