Projektkapping
Nýggi miðnámsskúlin, sum ætlanin er at byggja í Vági, skal ikki bara vera ein tíðarhóskandi karmur um fjølbroytt og framkomin útbúgvingartilboð til ung og tilkomin. Tá ið Mentamálstýrið í september í ár útskrivaði projektkapping um skúlan, varð dentur eisini lagdur á, at hann skuldi hava umstøður til at gerast ein virkin partur av samfelagnum og at gera tað møguligt at binda saman undirvísing, mentan, arbeiðslív og vinnulív í Suðuroynni.
Talan var sostatt um eina kapping, ið leggur dent á at skapa karmar um ein framtíðar skúla, sum verður øðrvísi enn vanligu miðnámsskúlarnir hava verið.
Hann skal vera ein savnandi kraft í Suðuroynni, tí hann skal kunna hýsa nógvum og fjølbroyttum arbeiðsháttum og vera opin fyri skiftandi læring í flokkum og bólkum og samstundis skal hann geva tí einstaka næminginum góðar møguleikar fyri at læra sjálvur og at leita sær vitan og førleikar.
Men skúlin skal samstundis vera ein opin og virkin partur í tí samfelagi, hann er í og hetta setur stór krøv til bygningin, tí hann skal kunna laga seg til skiftandi tørv og umstøður, ið støðugt broytast.
Dómsnevndin vísir eisini á, at landslagið, har skúlin skal byggjast, er serstakt og krevur serstakt varsemi og fyrilit fyri umhvørvi, natúru og veðurlagi.
Talan er tí um eina kapping, sum setir luttakarunum stór krøv, sigur dómsnevndin, sum er Óli Holm, landsstýrismaður, formaður, Jógvan Krosslá, býráðsformaður, Ole Laursen, deildarleiðari á miðnámsskúlanum í Vági, Turið Nolsøe Mohr, arkitektur og Lasse Hagerstrøm, arkitektur úr Finnlandi.
Tríggjar virðislønir
Lætnar vórðu tríggjar virðislønir. Fyrstu virðisløn upp á 100.000 krónur, fingu arkitektarnir, Árni Winther, Rúni Abrahamsen, Páll Lave og Pauli Dam Joensen fyri vinnaraprojetkið, sum er umrøtt aðrastaðni. Aðru virðisløn upp á 60.000 krónur fingu arkitektarnir Heidi Hjalgrímsdóttir Poulsen, Marita Weihe. Armgarð Weihe og Johan Laksafoss fyri tað næstbesta projektið og triðju virðisløn upp á 25.000 krónur fekk Eyðun Eliassen.
Men harumframt samtykti dómsnevndin eisini at keypa tekningarnar frá Albert Isfeldt fyri 15.000 krónur.
Á samkomuni, sum var, tá ið vinnarin var avdúkaður, heitti Mads Winther, stjóri á Føroya Studentaskúla, staðiliga á Mentamálastýrið um at fáa byggisáttmálan undirskrivaðan, áðrenn løgtingsvalið í vár, tí tað kann fáa ávirkan á tað politiska landsslagið.