Eftir tógvið stríð er ein semja er gjørd millum samgonguna og Sjálvstýrisflokkin um framtíðar samstarv. Í løtuni er tíðindafundur í Tinganesi, har greitt verður frá hesum samstarvinum.
Í eini fráboðan verður tikið soleiðis til:
?Fyri at tryggja støðug politisk viðurskifti í Føroyum hevur minnilutasamgongan millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Miðflokkin í dag gjørt avtalu við Sjálvstýrisflokkin um politiskt samstarv, sum skal tryggja løgtingi og landsstýri haldgott virkisføri.
Fyri at tryggja støðug politisk viðurskifti í Føroyum hevur minnilutasamgongan millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Miðflokkin í dag gjørt avtalu við Sjálvstýrisflokkin um politiskt samstarv, sum skal tryggja løgtingi og landsstýri haldgott virkisføri.
Partarnir halda fast við hvør sín politikk, sum lýstur í samgonguskjali og valskrá, men fara at samráðast um at fremja felags raðfestingar og týðandi lóggávu. Fyrstu stigini verða tikin við nývali av nevndum á Løgtingi og miðvísum samráðingum um fíggjarlógina 2009.
Sjálvstýrisflokkurin verður ikki fastur partur av samgonguni, men við grundarlagi í avtalu millum partarnar verður flokkurin samstarvsflokkur hjá samgonguni.
Partarnir eru samdir um at fremja ávís mál, sum samgongan í tilgongdina vil viðgera saman við Sjálvstýrisflokkinum. Nevnast kunnu fíggjarlógaruppskot umframt onnur mál við støði í samgonguskjalinum og løglistanum í løgmansrøðuni. Partarnir eru somuleiðis samdir um, at samgongan vil stuðla ávísum málum, sum Sjálvstýrisflokkurin vil taka stig til at leggja fram á ting?, verður at enda sagt í fráboðanini.