Ein ósiður at samráðast uttan heimild

Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur og fyrrverandi fakfelagsformaður hjá Yrkisfelagnum, skilir ikki, at Maskinmeistarafelagið góðtekur at samráðast undir verandi umstøðum

- Tað gevur púrt onga meining at samráðast undir slíkum treytum. Bárður Nielsen skuldi verið komin uppí leikin beinanvegin. Alt annað er tekin um óveruligar samráðingar, sigur Jógvan Mørkøre um støðuna millum SEV, Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Hann leggur ikki fingrarnar ímillum, tá hann skal lýsa leiklutin hjá landsstýrinum í hesum máli.
- Landsstýrið sum arbeiðsgevari má heilt einfalt taka annað skinn um bak, tí hetta er at halda mótparin fyri tað turra spott, sigur Jógvan Mørkøre.

Vantandi skipan
Hann heldur harumframt, at verandi støða er eitt tekin um vantandi skipan á arbeiðsmarknaðinum.
- Ein fortreyt fyri einum vælvirkandi arbeiðsmarknaði er, at samráðingar fara fram undir skipaðum viðurskiftum, og at talan er um veruligar samráðingar. Tann, sum situr við samráðingarborðið, má hava fult mandat til at taka avgerðir, ella má tann, sum gevur mandatið, vera við undir samráðingunum, sigur Jógvan Mørkøre.
Hann sigur seg minnast frá samráðingum fyri fleiri árum síðani, har hann sjálvur sat við samráðingarborðið, at ein ávísur landsstýrismaður samráddist við fyrivarni fyri, hvat løgmaður møguliga fór at siga um úrslitið.
- Tá bóðu vit um at fáa løgmann til samráðingarborðið, so at samráðingarnar kundu fara fram á einum veruligum grundarlagi, sigur Jógvan Mørkøre.
Jógvan Nybo, formaður í Maskinmeistarafelagnum, heitti fleiri ferðir á SEV um at fáa umboð úr Fíggjarmálaráðnum til samráðingarborðið, men hesum sýtti landsstýrismaðurin fyri.
- Hetta er ein undarlig konstruktión. Fíggjarmálaráðið er ikki við til samráðingar, men kunnu kolldøma eitt samráðingarúrslit, tá tað fyriliggur. Hendan konstruktión ger tað vónleyst at fáa ein vælvirkandi arbeiðsmarknað og enn minni ein góðan samráðingaranda, sigur Jógvan Mørkøre.

Marknaðurin ger av
Jógvan Mørkøre er ikki samdur við tí, sum Bjørn á Heygum sigur aðrastaðni á hesi síðuni, at sáttmálin ikki er vorðin til undir marknaðarbúskaparligum treytum.
- Hetta er tað, sum marknaðurin saman við semingsfólki er komin fram til, sigur Jógvan Mørkøre, hóast SEV er einasti el-veitari í Føroyum og harvið hevur monopol á marknaðinum.
Hann skilir tí ikki grundgevingarnar hjá Bárði Nielsen um, at hesin sáttmálin fer at vera grundarlagið undir komandi samráðingum á almenna arbeiðsmarknaðinum, tá ein og hvør partur fer til samráðingar undir teimum treytum, ið arbeiðsmarknaðurin setir.
Hann vísir eisini á vandan í tí, at samráðingarrætturin er burtur, tá allir slíkir sáttmálar skulu góðkennast av tí politiska myndugleikanum.