Tað vórðu ikki søgd mong orð, tá onnur viðgerð av málinum, um at fáa grein 266b í revsilógina víðkaða soleiðis, at hon eisini nevnir samkynd. At “kynslig orientering” verður løgd skoytt upp í núverandi lóg. Menn og kvinnur lótu knøttin tala.
17 atkvøður vóru fyri. 13 atkvøður ímóti. 1 atkvøddi blankt og ein tinglimur var ikki til staðar.
Av teimum 17, ið atkvøddu fyri uppskotinum vóru tríggjar “nýggjar” atkvøður. Páll á Reynatúgvu, Olav Enomoto og Edmund Joensen hava allir flutt seg, frá tí teir seinast uppskotið var fyri atkvøddu ímóti, til teir í dag atkvøddu fyri uppskotinum.
Sverre Midjord atkvøddi blankt í dag, og Heðin Zachariassen var ikki til staðar.
Tá atkvøðugreiðslan var liðug í tinginum í dag, fekk Sosialurin hálað løgtingsformannin, Edmund Joensen, til síðis og spurt hann um hansara viðmerking.
– Eg kann svara stutt og greitt, at hetta er ein sigur fyri Føroya land og ein sigur fyri tolsemi, segði løgtingsformaðurin og smíltist.