Trý føroyingalið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini vóru í leiki í dag.
Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen, Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ vunnu greiðan 30-21 sigur á Odder á útivølli. Í steðginum var HØJ á odda 15-8.
Tíverri eru hagtøl fyri málverjar ikki tøk í næstbestu donsku deildini. Rói var noteraður fyri eitt mál í dag.
Jónas G. Djurhuus, Leivur Mortensen, Janus Dam Djurhuus og liðfelagarnir í FIF taptu sera tepurt 24-25 fyri Tønder á heimavølli. Mathias Nikolajsen skoraði sigursmálið hjá Tønder í seinastu sekundinum.
Fyrri hálvleikur var óvanliga málfátækur. Í steðginum var støðan javnleikur 7-7.
Jónas skoraði fimm mál, og var næstbesti málskjútti hjá FIF. Toppskjútti var Mads Vejby við seks málum. Leivur skoraði tvey mál og Janus skoraði eitt mál.
Teis Horn Rasmussen, Peter Krogh og liðfelagarnir í HC Aarhus taptu 22-24 fyri næstfremsta liðnum í deildini, Grindsted á útivølli. Tá meir enn fimm minuttir vóru eftir av dystinum var støðan 23-22 til Grindsted. Seinastu løtuna var bara eitt mál skotið, og so endaði tað við sigri til Grindsted.
Teis var toppskjútti hjá Aarhus við fimm málum. Peter Krogh skoraði eitt mál.
Støðan (soccerstand.com):
##med2##