Ein sjólatin í ár

Í morgin er 1. november, sum eisini er minningardagur teirra sjólæntu. Dagurin verður hildin nógvastaðni kring landið, men í Havn verður meiri gjørt burtur úr hesa ferð. Nú verða eisini teir 219 menninir sum lótu lív á sjónum undir krígnum mintir á serstakan hátt.

Sjólatin: Í ár eru liðin 60 ár síðani seinni heimsbardagi endaði. Og hesa hending ætla Fiskimannafelagið og Føroyska Sjómansmissiónin at markera.
Vanligt er, at serstøk minningarhald eru á støðum, har minnisvarðar eru reistir fyri teir av sjómonnum okkara, sum fórust á sjónum.
Men í sambandi við minningarhaldið í morgin verður gjørt munandi meiri burturúr júst hesum í sambandi við minningarhaldið í høvuðsstaðnum.
Hinvegin, so hevur hetta farna árið eisini kravt mannalív á sjónum, hóast talan bert er um tann eina sjómannin.
Talan er um tann 44 ára gamla vestmenningin, Poul Johannes Poulsen, sum sigldi við Grønanes, og sum druknaði í Vestmanna hin 27. mars í ár.

219 mans
At tað í ár eru liðin 60 ár síðani 2. heimsbardagi endaði, skal sjálvandi markerast.
Onkur undrast kanska á, at ikki varð gjørt meiri við hetta frá almennari síðu, um ein ikki roknar ísfiskatúrin hjá sluppini Johonnu til Íslands uppí.
Men Fiskimannafelagið og Føroyska Sjómansmissiónin ætla kortini at gera rættiliga nógv burtur úr hesum serstaka degnum í morgin, nú minningardagur teirra sjólætnu er.
Ætlanin er nevniliga at skipa fyri einum serstøkum minningarhaldi fyri allar teir, sum fórust á sjónum undir krígnum.
Her er talan um eitt rættiliga stórt tal av fólki í bestu árum. FF-blaðið prentaði í seinastu útgávuni ein lista við øllum hesum monnunum, - íalt 210. Men síðani eru teir gjørdir kunnugir við 9 mans aftrat, soleiðis at samlaða talið av teimum sum fórust undir krígnum er 219 mans.

Einkjur og konur
Skráin fyri morgindagin byrjar annars við samkomu á Hotel Tórshavn, Sjómansheiminum kl. 15. Síðani verður farið í Viðarlundini, har Jóannes Ejdesgaard løgmaður leggur krans við minnisvarðan har. Í ár eru liðin 50 ár síðani hesin minnisvarðin varð reistur.
Síðani hava fyrireikararnir boðið øllum teimum, sum sigldu undir krígnum til eina samveru við døgurða á Hotel Tórshavn, Sjómansheiminum.
Tað eru tó ikki bert teir menninir, sum sigldu undir krígnum sum kundu fara við til hesa samkomuna. Boðin vórðu eisini konur, einkjur og neyðug hjálparfólk.
Kl. 20 verður so minningargudstænastan í Havnar kirkju, har Bergur Debes Joensen prestur prædikar.
Aftaná hesa gudstænastuna verður alt kirkjufólkið boðið enn einaferð oman í Hotel Tórshavn, Sjómansheimið til ein drekkamunn.
- Vit halda, at hetta er eitt áhugavert tiltak, og vit vóna tí, at flestir av okkara gomlu krígssiglarum fara at møta, saman við konum sínum. Einkjur eftir teir, sum eru farnir, eru eisini vælkomnar, siga Fiskimannafelagið og Føroyska Sjómansmissiónin.